Kreppa á LSH: Hetta skriv hava tær sent til Danmarkar

Um ein lítlan tíma skal felagið hjá ljósmøðrunum møta í Fasta gerðarættinum, har lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum og Landssjúkrahúsið vilja hava rættin at døma tær sjúkrameldaðu ljósmøðurnar aftur til arbeiðis. 

 

Orsøkin er, at nú eru heili 40% av ljósmøðrunum á LSH - tað eru 7 ljósmøður - sjúkrameldaðar orsaka av strongd og øðrum líknandi sálarligum sjúkum. Tær siga, at orsøkin er ótolandi arbeiðsumstøður á Landssjúkrahúsinum. 

 

 

Johnny í Grótinum segði við in.fo í morgun, at ein av orsøkunum til, at man metir sjúkrameldingina verða avtala spæl er, at tær samstundis hava heitt á danska vikarfelagið, um ikki at senda vikarar til Føroya at loysa bráðfeingis tørvin á føðideildini. 

 

Rannvá Simonsen, virkandi forkvinna í Ljósmøðrafelagnum sigur, at tað ikki er rætt. Ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum hava sent eitt skriv til vikarfelagið í Danmark, men tað er ikki fyri at forða nøkrum í at koma til Føroya. 

 

 

- Vit hava víst teimum á, at orsøkin til nógvu sjúkrameldingarnar á føðideildini er, at arbeiðsumstøðurnar eru ótolandi. Samstundis spyrja vit, um felagið er vitandi um umstøðurnar, sum tey senda teirra limir at arbeiða undir, sigur Rannvá Simonsen.