Oljudálking
? Nú er nóg mikið tosað um oljudálking í Havn. Nú má okkurt gerast!
Heðin Mortensen, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð, sigur, at nú má okkurt ítøkiligt gerast fyri at royna at basa trupulleikanum við oljudálking á Havnarvág.
Og eitt lið í hesum arbeiðnum verður at flyta oljugoymslurnar á Viðarnesi úr býnum.
?Býráðið fer nú at áleggja oljufeløgunum, Shell og Statoil, at flyta oljugoymslurnar úr býnum, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at farast skal undir hetta arbeiðið beinanvegin og at býráðið nú fer at samráðast við oljufeløgini um eina sámuliga tíðarfreist fyri, nær goymslurnar skulu verða fluttar.
Hvussu langt skotbrá, oljufeløgini fáa, vil hann ikki siga, men hann sigur, at tað er greitt, at farast skal undir arbeiðið nú og at stíður skal ikki koma í.
Og tað verða oljufeløgini, sum koma at bera kostnaðin av flytingini.
Hann sigur, at umsitingarliga er onki í vegin fyri at flyta tangarnar, tí oljufeløgini hava ongan sáttmála um økið við tað at Býráðið hevur ikki viljað longt hann.
Formaðurin í býggi - og býarskipanarnervndini sigur, at býráðið fer at vísa oljufeløgunum á eitt øki inni á Sundi, har tey kunnu byggja sær nýggjar goymslur.
Hann veit væl, at hetta loysir ikki allan trupulleikan við oljudálking á Havnarvág, tí nógv av dálkingini stendst av mistøkum, tá ið skip bunkra.
Men tað er eisini staðfest, at ein partur av dálkingini stavar frá goymslununum á Viðarnesi og tann partin av trupulleikanum ætla vit at loysa við at flyta goymslurnar.
?Ein onnur orøk til at býráðið vil hava tangarnar fluttar, er, at tað er ikki rætt at hava stórar oljugoymslur mitt í høvuðsstaði okkara. Tað standa nógv hús og tað er nógv ferðsla rættiliga tætt við tangarnar. Ikki minst er Landssjúkrahúsið beint við og tað haldi eg er rættiliga óheppið.
Gamalt og uppslitið
Heðin Mortensen sigur, at ein orøk til tey mongu óhappini er uttan iva, at oljutangarnir á Viðarnesi eru bæði gamlir og uppslitnir.
? Teir elstu tangarnir eru eru eini 70 ára gamlir og onkri av teimum eru so illa farnir, at feløgini hava ikki loyvi at fylla meiri í teir enn eitt vist og tað er verri enn so at teir kunnu fyllast.
Garður er bygdur rundanum goymslurnar, sum skal forða fyri at olja rennur út natúruna, skuldi eitt óhapp hent. Men okkurt óhapp, sum er hent, vísir, at garðurin kann ikki metast at vera tættir og tí uppfylla teir ikki sítt endamál.
? Harumframt er eisini ivasamt, um hellan undir tangunum er tøtt, og tískil er vandi fyri, at olja seyrar niður gjøgnum helluna og síðani á sjógv.
Heðin Mortensen sigur, at tað tískil er ivasamt um trygdin ímóti eini álvarsamari umhvørvisdálking, av einum óhappi á Viðarnesi, er nóg góð.
Hann leggur afturat, at av tí at oljugoymslan á Viðarnesi er eldri enn umhvørvisverndarlógin, eru hon ikki umfatað av umhvørvislógini og krevur sostatt heldur ikki umhvørvisgóðkenning .
Flytast inn á Sund
Heðin Mortensen sigur, at tekniski stjórin og býarverkfrøðingurin hjá Tórshavnar Kommunu, mæla tískil til at býráðið tekur stig til, at oljugoymslurnar verða fluttar á annað hóskandi stað í kommununi.
Og tað økið, sum býráðið hevur at vísa á, er Inni á Sundi.
Málið hevur verið til viðgerðar í heilsu- og umhvørvisnevndin og hon tekur undir við tilmælinum.
Málið hevur eisini verið fyri í byggi- og býarskipanarnevndin og hon tekur somuleiðis undir við tí.
Heðin Mortensen sigur, at nú skal umsitingin gera eina ætlan fyri, hvussu økið Inni á Sundi kann skipast, tá oljutangarnir eisini verða har og so skal málið leggjast aftur fyri nevndina.
Oljudálking í tølum
Heðin Mortensen nevnir omanfyri , at ein partur av teirri oljudálking, sum tey hava stríðst við á Havnarvág nú í langa tíð, stavar frá sjálvari oljugoymsluni á Viðarnesi.
Her eru nøkur av óhappunum:
· 15. mai 2000 kom hol á ein goymslutanga hjá Shell á Viðarnesi, og einir 7.500 litrar av gassolju seyraðu niður í fylluna.
· Í august-september 2001 fór rørleiðingin hjá Statoil og Shell til ?gomlu? bunkringsstøðina á vestaru
bryggju at leka og ein ókend nøgd av gassolja seyraði niður í fylluna og út á sjógv.
· 29. januar 2003 var leki á einum ventili hjá Statoil, og ein ókend nøgd av gassolju rann á sjógv.
· 5. juni 2003 fór ein ventilur á nýggju bunkringsstøðini á Viðarnesi og einir 11.200 litrar av gassolju fóru á sjógv .
· Harumframt hava verið fleiri oljudálkingar í sambandi við, at skip hava bunkrað frá bunkringsstøð og frá oljubilum.