Krevur at flutningsstuðulin hækkar aftur beinanvegin

? Flutningstuðulin skal hækka aftur beinanvegin, krevur Henrik Old, formaður í vinnunevndini

Flutningsstuðul

? Nú kunnu vit ikki bíða longur.
Henrik Old, løgtingsmaður og formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum er við at missa tolið.
Hann krevur, at flutningsstuðulin til at flyta fisk ímillum teir ymsu partarnir í landinum, verður hækkaður aftur beinanvegin.
Tað var longu í vár, at Henrik Old segði við Sosialin, at samgongan avtalaði, at flutningsstuðulin skuldi hækka og tá segði hann eisini, at ein kunngerð um hetta varð klár lýsa fyrsta dagin.
Men enn er onki hent.
? Nú eru vit komin langt út um tíðarfreistina og nú skal kunngerðin setast í gildið, sigur formaðurin í vinnunevndini.
Hann sigur málið hevur drigið út, tí tað hevur verið til ummælis hjá nevndum og serfrøðingum, sum hava við fiskivinnumál at gera og sum skulu gera síni tilmæli í slíkum førum.
Tað er onki dulsmál, at flutningsstuðulin er illa lýddur nógva staðni og Henrik Old sigur, at tað er heta, sum hevur seinkað viðgerðini.
?Men nú mugu vit síggja burtur frá øllum hesum serfrøðingatilmælunum. Nú má metast, at vit eru komin langt út um tíðarfreistina, so nú skal kunngerðin lýsast. Nú er onki at bíða eftir longur, leggur hann afturat.
Hann skilir ikki, hví summi hava so ilt av flutningsstuðlinum.
? Er ongin fiskur at flyta, fellur stuðulin aftur til landskassan. Verður stuðul útgoldin, er tað tí at arbeiðið er skapt kring um í landið og tað kann ongin hava ilt av.

Tryggjar javna kapping
Flutningsstuðulin er ein stuðul, sum serliga kemur virkinum í útjaðaranum til góðar, tí so kunnu tey fáa stuðul til at flyta fisk frá uppboðssølu til virkið til virkingar.
Verður Suðuroyggin tikin sum dømi, hevur stuðulin verið 24 oyru fyri hvørt kilo av fiski. Men seinasta summar varð hann lækkaður niður í 14 oyru fyri kilo.
? Hetta var ein dyggur smeitur fyri virkini kring landið og í Suðuroynni hevur lítið og onki fiskarbeiðið verið hetta síðsta áriið
Henrik Old ivast ikki í, at ein orsøk til, at arbeiðið er minkað so nógv, er, at tann langi flutningurin ger, at virkini í útjaðaranum eru nógv verri fyri at kappast um fiskin, enn virkini í miðstaðarøkinum.
? Tí er tað ein avgjørd fortreyt, at kappingarstøðan ímillum virkini verður útjavnað og tí hevur samgongan avgjørt at hækka flutningsstuðulin aftur, so at hann áleið kemur upp aftur á tey 24 oyruni fyri kilo, sum hann var, áðrenn hann varð lækkaður.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Birni Kallsø í gjár