Tað er alneyðugt at fáa ein skjóta kanning av lógargrundarlagnum undir Sernámsdeplinum.
Tað heldur løgtingsmaðurin Finnur Helmsdal, sum undir viðgerðini av fíggjarlógini í mentanarnevndini hjá løgtinginum hevur gjørt sína egnu minnilutaviðmerking til játtanina hjá Sernámsdeplinum.
? Bæði starvsfólk og løgfrøðingar ivast í, um løgfrøðisliga grundarlagið undir Sernámsdeplinum eru í lagi, og vit kunnu ikki liva við, at ivi er um hetta, tá vit hvørt ár játta næstan 33 milliónir til stovnin, sigur Finnur Helmsdal, sum umboðar Tjóðveldisflokkin á tingi.
? Hetta eru løgfrøðingar, sum vóru við til at gera stýrisskipanina, og tí mugu teirra atfinningar takast í álvara, heldur hann.
Eina skjóta niðurstøðu
Sernámsdepilin varð settur á stovn til fíggjarárið 1998, tá Skúlin á Trøðni og Sernámsfrøðisliga Ráðgevingin vóru løgd saman til ein nýggjan stovn við eini felags játtan.
Síðani hevur stór ónøgd valda millum starvsfólk á stovninum, og tríggir løgfrøðingar hava sátt iva um heimildina fyri seta Sernámsdepilin á stovn og at reka hann.
Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum segði týsdagin við Sosialin, at hann fyrsta dagin fer at seta ein arbeiðsbólk at kanna viðurskiftini á Sernámsdeplinum.
? Um ein kanning skal gerast av øllum økinum, so kann hon lættliga taka eini tvey ár at gera, og tað er ikki loysnin at júst hesum málinum. Vit mugu hava eina skjóta kanning sum kemur til eina niðurstøðu um løgfrøðisliga grundarlagið undir Sernámsdeplinum, sigur Finnur Helmsdal, løgtingsmaður.
Álvarsmál
Hann heldur, at tað er eisini neyðugt, at løgtingið sleppur at siga sína hugsan um Sernámsdepilin.
? Samanleggingin av Skúlanum á Trøðni og Sernámsfrøðisligu Ráðgevingini hevur ongantíð verið til viðgerðar í løgtinginum, og tað havi eg áður víst á. At tað er ivasamt við heimildunum hjá stovninum, meti eg verða eitt álvarsligt mál, sum vit nú mugu fáa upp á pláss, sigur Finnur Helmsdal.
Hann sigur, at starvsfólk, løgfrøðingar og politikarar hava víst á trupulleikarnar í hesum málinum í langa tíð, og at bólturin nú liggur hjá landsstýrismanninum.
? Hann má fáa greiði á hesum viðurskiftunum, og tað má hann gera sum skjótast. Tað er bara landsstýrismaðurin, sum nú kann fáa hesi viðurskifti í rættlag, og eg havi eisini álit á, at hann fer at gera tað neyðuga í hesum máli, sigur Finnur Helmsdal.