Kring heimin við Per Gúnt

Gríma fer næsta leygardag undir endabrestin av teirra 25. leikári, og hetta verður gjørt við stórleikinum »Per Gúnt« eftir Henrik Ibsen. Axel Tórgarð hevur týtt leikin til føroyskt og Eyðun Johannessen hevur leikstjórnað teimum 10 leikarunum, sum skulu spæla sjónleikin

? Per Gúnt er vorðin til ein klassikara í Norðanlondum, og um Henrik Ibsen hevði livað, so hevði hann fylt 175 ár fimm dagar aftaná okkara frumframførslu.
Hetta sigur Eyðun Johannessen, sum leikstjórnar stórleikinum Per Gúnt, sum Gríma skal frumframføra leygardagin 15. mars.
? Hetta er størsta verkætlanin vit hava gjørt her í húsinum. Øll størri hava gingið fyri seg í Norðurlandahúsinum, og hetta er tískil tann størsta avbjóðingin vit hava til hesi hølini, greiðir leikstjórin frá.
Allir leikararnir uttan ein í Leikarafelag Føroya eru við í Per Gúnt. Tað vil siga, at heili 10 leikarar skulu á pallin næsta leygarkvøld.

Søgugongdin

Per Gúnt er ein norskur knæbóndi. Hann livir eitt lív, har hann flýggjar frá tí eini støðuni í eina aðra. Vit ferðast úr Dovrafjøllunum strendurnar í Marokko og oyðimarkirnar í Egyptalandi og enda aftur í Noregi.
Um miðan aldur er Per vorðin til ein fjakkandi gorlakk, ið hevur tikist við alskyns ivasamt handilsvirksemi, so sum flutt trælir til Amerika, gudamyndir til Kina og gjørt prestar út við rom og bíblium.
? Leikurin er ein tragedia-komedia og alt har ímillum. Hann er eisini eitt stórt ævintýr, sigur Eyðun Johannesen.
Tveir leikarar spæla Per Gúnt. Hans Tórgarð og Páll Danielsen. Hans spælir Per Gúnt yngri og inn í umleið helvtina av lívsleið hansara og Páll Danielsen spælir Per Gúnt eldri.
Tíðin leikurin gongur fyri seg í er umleið fyrru helvt av 1800 talinum, men hann kundi saktans eisini gingið fyri seg í endanum av 19. øld og inn í 20. øld, har hann endar aftaná krígsárini.
Tað eru eini 40 leiklutir í Per Gúnt, so tað merkir, at leikararnir hava fleiri leiklutir. Nógvir dansur er eisini við í leikinum, tað verið seg alt frá eksotiskum dansi hjá arabaragentunum til trølladans hjá dovratrøllunum.
? Venjingarnar hava verð intensivar, og tað er ikki fyrr enn nú teir seinastu tíggju dagarnar, at leikararnir eru við at fáa eina heild burturúr.
Leikurin er tríggjar tímar, og veit Eyðun Johannessen at siga frá, at leikurin hevur einaferð verið spældur í fullum líki í Frankaríki, og tá tók hann sjey og ein hálvan tíma.
? Í Per Gúnt mást tú finna tín egna vinkul at spæla leikin út frá, og vit hava valt okkara.
Allir leikararnir hava verið við í leikgerðini og at byggja pall, so hetta er eitt stórt felagsverk. Gríma fegnast eisini um, at Axel Tórgarð enn einaferð hevur umsett teimum ein leik.

Leikarar:
Hans Tórgarð
Páll Danielsen
Ria Tórgarð
Katarina Nolsøe
Kristina Hansen
Birita Mohr
Laura Joensen
Høgni JOhansen
Bárður Persson
Kári Øster

Leikstjóri er Eyðun Johannessen