Kringvarpið sendur ikki formel 1

Av tøkniligum ávum verður væntandi einki formel 1 á føroyskum sjónvarpsskíggjum, men Kringvarpið arbeiðir fyri at loysa trupulleikan.


Formel 1
 
Kringvarpið sendi formel 1 øll árini, tá DR hevði rættindini til at senda kappkoyringarnar. Í fjør sendi Kringvarpið helvtina av kappingarárinum. Hugsanin aftan fyri hesa avgerð var fíggjarlig, tí TV2 hevur rættindini og tað gjørdist ov dýrt at senda alt kappingarárið.
Men í ár er ivasamt um formel 1 verður at síggja á føroyskum sjónvarpskíggjum. Orsøkin er tøknilig, verður sagt úr Kringvarpinum. TV2 er ikki ein satelitt støð, og tí ber ikki til eins og á DR at takað sendingarnar niður beinleiðis av satelittinum.
Í fjør var møguleiki fyri at taka sjálvt formel 1 signalið niður frá sama veitara, ið TV2 fær sítt signal frá. Men hetta er ikki tøkniliga møguligt longur. Atgongdin til hetta signalið er broytt, og til ber ikki hjá Kringvarpinum at fáa signalið niður.
Tað ber heldur ikki til, at taka signalið frá øðrum sjónvarpsrásum, tí rættindini til Formel 1 í øllum danska kongaríkinum liggja hjá TV2.  Tí hevur eingin onnur støð loyvi at senda kappkoyringarnar í Føroyum. Úr Kringvarpinum verður sagt, at har arbeiða tey við at loysa trupulleikan, men enn er ikki greitt hvussu hetta fer at eydnast. Um tað tøkniliga kemur upp á pláss, verður avgerð tikin, um Kringvarpið skal senda hálvt kappingarár ella alt kappingarárið. Í Sosialinum fara vit aftur í ár at fylgja kappingini.