Í gjár løgdu andstøðutingkvinnurnar, Gunvør Balle og Rigmor Dam, fyri tingið eitt uppskot um, at Kringvarpið skal fáa størri inntøkur, men hinvegin so skal missa inntøkurnar frá lýsingum.
Millum annað skjóta tær upp, at Kringvarpið eisini fær upphæddina, sum landskassin annars fær frá meirvirðisgjaldi av kringvarpsgjaldinum.
Hetta er nøkulunda tað sama, landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur skotið upp, og tí høvdu Gunvør Balle og Rigmor Dam eina vón um at fáa undirtøku fyri sínum uppskoti.
Tær ótolnast tó eitt sindur eftir, at eitt ítøkiligt uppskot kemur úr Mentamálaráðnum, og Bjørn Kalsø ásannar eisini, at tað hevur drigið eitt sindur út.
Hoyr samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.