7. partur
Tá ið eg fór eftir torvi kom eg ofta í fylgi við tann gamla bókbindaran H. N. Jacobsen, sum var ein sera íðin traðarmaður. Hann var tá ein gamal maður. Hann plagdi at fara við tøðum í leypinum út á trøðna og hevði so hoyggj við sær heim aftur.
Tá ið tað var mótvindur, kundi vera trupult hjá honum at vinna framá, tað kundi eisini ganga eftir hæli hjá honum. Tá plagdi eg at taka byrðina av honum. Hetta var hann so takksamur fyri, at tá ið eg giftist, gav hann mær eina lestrabók í gávu.
Omma í Ólastovu hevði havt eina arbeiðsgentu úr Hovi “Suðuroyar Johanna”. Hon hevði sína egnu uppfatan av barnamati. Hann skuldi vera sterkur sum til dømis skerpikjøt. Hon tók einaferð suttuna frá Johan beiggja mínum, og gav honum ein knæskel av skerpikjøti at súgva í staðin, so hann kundi blíva sterkur.
Johanna var sera góð við okkum. Eg minnist, hvussu fegin vit vóru um at fáa breyð við margarin og putursukur frá henni.
Húsaskuldin píndi
Hon og maðurin Óli Tauser, systirsonur Jákup á Lava, vóru ognarleys burtursæð frá húsunum, har tað var eitt lítið lán í sparikassanum. Henda skuld píndi tey, tað var ein skomm at skylda í egnum húsi!
Afturat hesum kom at húsið mátti tryggjast, og tað kostaði eisini. Hetta kom teimum til góðar, tá ið eldur eina ferð var í húsinum. Men sum vanligt var tá í tíðini, var tryggingarupphæddin minkað í sama mun sum skuldin í húsinum, tí varð endurgjaldið avmarkað.
Óli og Johanna fingu frá Húsagarðsbóndanum loyvi til at hava eitt gásapar. Her vóru tey heppin. Tey fingu sum oftast 12 ungar undan hvørt ár. Tá teir komu heim úr haganum, var nógvur matur, og vit brøður vórðu tá bodnir at fáa krásasúpan, sum vit ikki fingu í Ólastovu. Hetta smakkaði sera væl. Gásakrovini vórðu hongd upp at turka. Hetta var vælsmakkandi og heilsugóður viðskeri.
Men Óli og Johanna vóru nøgdsom, og tað var ikki gerandiskostur við turkaðum gásakjøti. Hetta skuldi bert etast til høgtíðir, og tá ið tað komu gestir.
Konan unti ikki manninum sjúkraviðgerð
Vit kendu eisini eina aðra Johannu, sum var úr Leirvík, og sum eisini var trúføst móti okkum í Ólastovu. Hon var gift við Óla, son Jákup á Lava. Ein sonur teirra Jákup kom ungur út at sigla. Hann var ein flottur fýrur, og undir 1. veraldarbardaga kom hann í amerikanska krígstænastu. Men hansara upplivilsir gjørdu hann sálarliga sjúkan í fleiri ár. Tað var ikki fyrr enn hann fekk sjokkviðgerðir, at hann kom fyri seg aftur.
Hetta var ein ring tíð hjá foreldrunum. Sonurin lá sjúkur langt burtur í California, og Óli sendi læknunum allan sín sparipening fyri at fáa sonin frískan. Tað vísti seg seinni, eftir at Jákup var blivin frískur, at hann átti fitt av peningi í bankanum, men hansara amerikanska kona hevði ikki vilja ofrað pening uppá eina sjúku, sum hon metti at vera vónleysa.
Tá Jákup seinni kom heim á vitjan, fekk pápin allan peningin aftur.
Sprongdi íbygdan stein
Eitt annað heim, vit komu nógv í, var hjá mostir míni Elsebeth Helenu, sum var gift við Christian M. Christiansen, vanliga kallaður Ludda Kristian. Hann var sína tíð ein av stóru kanónunum í Havn. Tað varð sagt um Ludda, at tað vóru bert Mortensenmenninir á Tvøroyri, sum høvdu fleiri skip undir hond enn hann.
Greitt varð frá honum í røðini Hendur ið Sleptu. Sum hjá so mongum øðrum fór hann á húsagang, hjá honum var tað fleiri ferðir.
Áðrenn hann giftist, hevði Christian bygt sær eini stór hús. Á grundini lá ein steinur, sum var sagdur at vera íbygdur. Christian fekk ávaringar um ikki at spreingja hendan steinin. Tað kundi merkja vanlukku. Men slíkum trúði hann ikki. Men tá ið hann misti alt, minnist eg mammu og onnur siga, at hevði hann ikki sprongt steinin hevði henda ólukkan ikki hend honum.
Umframt tað vinnuliga óhepni fingu tey fýra børn, og trý teirra doyðu sum smá av tuberklum. Konan fekk eisini tuberklar, og alt hetta fekk hesin vanlukku steinur skuldina fyri.
Tá Mourits Mohr fekk flongjuna
Vit brøður vóru spælikammiratar við synirnar hjá Jens Mohr. Har vóru fýra dreingir og fýra gentur. Mótsett okkum kundi tey gera stórt sæð tað, tey høvdu hug til, sum til dømis at spæla úti sunnudagar.
Hjá okkum skuldi vera friður sunnudagar. Klæðini máttu ikki dálkast, og vit máttu sita friðarlig inni í kirkjutíð, sjálvt um vit ikki vóru í kirkju.
Tann elsti av Mohrbrøðrunum, Mourits, mundi einaferð komið í rættiligar trupulleikar. Hann hevði saman við tveimum javnaldrum tikið lossijaktina hjá abbanum, Jóan P. Evensen. Teir høvdu sett segl, og sigldu út á redina. Men her mundi enda galið. Tað var fitt av vindi av útsynningi, og dreingirnir fingu ikki vent jaktini. Tískil róku teir út í Nólsoyarfjørð, og tað mátti hjálp sendast eftir teimum.
Tá teir eftir nógv stríð komu til lands, møtti gamli Evensen upp, og Mourits fekk eina væl uppiborna fleingju frá abbanum.
Vit plagdu eisini at spæla skúlaskip umborð á lossijaktunum, sum lógu fyri teymi á Eystaru Vág. Mourits var altíð skipari. Sjálvur fekk eg meira beskednar leiklutir sum at vera lættmatrósur. Hetta var tað longsta eg náddi á sjónum, meðan Mourits seinni gjørdist sjómaður.
Ein yngri beiggi var Effe. Hann tosaði ofta um, at hann skuldi blíva prestur, tá hann bleiv stórur. Men hann bleiv hovmeistari. Eina tíð stjórnaði hann einum hospitali í New York. Seinni gjørdist hann hovmeistari á Tjaldrinum.
Ein sonur var Kjartan Mohr, sum var kendur sum skipasmiðjustjóri og tingmaður. Hann var sera sjarmerandi.
Húsið hjá Jens Mohr við Skansavegin varð roknað fyri at vera eitt "yvirklassahús." Jens var jú skipari, og kona hansara Magretha var dóttir ein av stóru keypmonnunum í Havn, Jóan Peter Evensen.
----
Ejler Djurhuus: Hvalbingar høvdu sítt serliga skemt
Í seinastu tveimum pørtunum hevur Ejler greitt frá flogvanlukkuna í 1954. Men lívið kundi eisini vera skemt sum til dømis í Hvalba
Men merkiligt er tað. Tað eru tríggir flúgvarar farnir her um fjørðin. Síðst í 1939 rendi eitt týskt flogfar á Skarvatanga. Har vóru fýra mans umborð, og teir vórðu allir bjargaðir í øllum góðum.
Hesir týskarar vórðu sendir til Havnar, har teir vórðu í varðhaldi. Tá var Týskland í kríggi og hevði brotið ta uttanveltaðu støðu, sum Danmark tá var í. Johan Norðfoss var ein av vaktarmonnunum og hevur hann í Miðvikuni greitt frá hesum.
Men hesir menn gjørdust so truplir, at amtmaðurin fekk sent teir til Danmarkar, beint áðrenn Týskland legði á Danmark. Tá hevur nokk verið sloppið hjá teimum.
Meðan eg lá sjúkur av smittuni í november 1942, var eitt enskt flogfar, sum rendi á fjallið her inni millum Hvalba og Tvøroyri. Tað vóru seks mans við, og fimm teirra doyðu. Tann eini var halaskjútti og sat aftast í flogfarinum. Hann var púra óskaddur. Tað var kolsvart í mjørka, men hann gekk sjálvur eftir hjálp. Hann møtti tá fleiri ungum dreingjum, ein av teimum var Dánjal av Rana. Teir vóru allir 15-17 ár. Teir tosaðu við mannin. Hann spurdi hvat land hetta var. Hann helt, at tað kundi vera Hetland. So spurdi hann, um tað var nøkur bretsk herstøð her. Tað var tað eisini á Tvøroyri.
Teir vóru tá við at byggja summarhúsið hjá Tummas Thomsen, sum kallaðist Sterling. Navnið kom av, at fólk tosaðu um, at tað var fyri pund sterling, hann bygdi, og so setti hann sjálvur navnið á við einum stórum sterlingtekni á portrinum.
Teir komu so til vrakið sum framvegis brendi. Ein teirra fór inn í vrakið. Hann sá flogskiparan sita í sínum setri. Hann var framvegis á lívi. Bæði beinini hjá honum lógu leys á dúrkinum kvett av. Hann hevði framvegis vit. Men hann hevði mist nógv blóð. Men kortini ikki meira enn, at hann var á lívi.
Teir tóku síðan allar menninar úr flogfarinum. Teir riggaðu so fjallstavar og troyggjur til eina børu. Teir fingu tveir uppá børuna. Teir møttu bretunum, sum so tóku yvir. Flogskiparin doyði seinni á sjúkrahúsinum.
Hvalbingar eru skemtarar
Pápi plagdi at fortelja søgur úr Hvalba. Hann skeyt eina ferð í tríatiárunum ein hund, sum var blivin meldaður. Tað hevur verið okkurt grannaklandur. So seint sum seinasta heyst var tað ein hvalbingur, sum spurdi meg, um eg kendi hetta mál. Men hetta hevði eg hoyrt so ofta. Maðurin, sum átti hendan hundin, hevði goymt hann uppi á loftinum. Tað endaði við, at pápi mátti fara við eini byrsu, sum hann hevði lænt í Hvalba. Hann hevði skotið hundin uppi á loftinum hjá hesum manninum, tá hann ikki vildi koma út við honum. Hetta tosa hvalbingar framvegis um.
Hvalbingar eru fantastiska stuttligir at vera saman við. Eg havi ongantíð verið saman við fólki, sum duga so væl at taka til sum hvalbingar.
Olaf, yngsta barn hjá Gullak Jacobsen, gamla próstinum, hann visti altíð okkurt at fortelja. Eg segði eina ferð við hann: “Skriva tað niður sum tú veit.” Tað er so ótrúliga nógv, stuttligt var tað eisini. Hetta kundi vera gull vert fyri eftirtíðina. Eitt hálvt ár aftaná var hann deyður.
Seinastu ferð eg tosaði við hann, segði hann mær eina lítla søgu um hvalbingar. Hetta var aftaná, at teir høvdu gingið heystfjallið. Tá vóru teir farnir í hagan at taka nakrar gamlar ær.
Teir plagdu at rætta tær á Fiskieiðinum, tí sunnara eiðinum í Hvalba. Teir koma so oman av Grímsfjalli móti eiðinum við seyðinum. Ein av hvalbingunum hevði hund við. Hundurin fór inn í fylgið, sum taldi 13 seyðir. Seyðurin verður so kløkkur, at hann loypur avstað móti eiðinum og fer so inn í bergið vestanfyri á Grímsfjalli. Teir vistu, at gøtan endaði har. Teir ganga spakuliga inn. Seyðurin fer undan, og sleppur ikki longur. Knappliga loypir ein ær beint í havið, og allar hinar 12 aftaná. Tað bleiv eitt forferdiligt skil við skeldan og so víðari. So sigur Olaf, at tann eini maðurin sigur einki. Hann stóð bara og segði ikki eitt orð. Tá so skeldaríið fjaraði av, segði hann: “Tað er so líka mikið, hvat tigur siga. Men handan gamla gráa ærin hjá mær, hon leyp so nogv longst!”
Hetta var hvalbiarhumor.
Eldri enn landnyrðingur norðan
Tað var ein originalur, sum kallast Kristian Ludvig. Hann dugdi eisini væl at taka til. Tað var ein grind tíðliga á vári. Tað var gott veður, og grindin doyði á sandinum. Hetta var áðrenn vegasambandið var komið.
So komu nakrir skúvoyingar. Teir høvdu verið á útróðri og komu uppí grindina. Teir koma so til mín og vilja hava sín part beinanvegin. Men eg segði, at hetta bar ikki til. Grindin mátti merkjast fyrst, og síðan skuldi hon skiftast. Men tað var tað, at tað var byrjað at lota av landnyrðingi norði. Og á hesi ætt kundi fara at runa á sandinum. Teir hildu, at sandurin var so bleytur, at byrjaði at runa, so sukku hvalirnir niður í sandin. Men eg segði so, at hetta mátti so fara at vísa seg. So fóru teir avstað.
Hetta gekk fyri seg í gamla skúla i Hvalba. Har var kommunuskrivstova uppi á loftinum. Hon var lánt í samband við skiftið av grindini.
Men meðan eg tosaði við hesar menninar úti í gongini, hetta var ein langur gangur, har trappan gekk upp á loft, har sat Kristian á Gørðum. Hann var ein eldri maður tá. Hann sat í trappuni við hondum undir kinn og lurtaði eftir okkum, men hann segði einki. Tá hinir eru farnir sigur Kristian: “Tú skal ikki lurta eftir, hvat teir siga. Eg kenni landnyrðing norðan, og eg skal siga tær, at eg eri so nógv nógv eldri enn landnyrðingur norðan!”
Hetta var nú ein originalur máti at taka til. Teir skuldu ikki koma og fortelja sær nakað um landnyrðing norðan.
Komandi partur
Í komandi greiðir Kristian Djurhus m.a. frá, tá ið
rituvíkingar komu við torvi til Havnar. Ejler greiðir millum annað frá, tá ið skotið varð eftir sýslumanshúsinum á Tvøroyri