Í eina tíð hevur Kristian Eli Andersen verið mentalur venjari hjá danska talvlandsliðnum.
Kristian Eli Andersen er autoriseraður privatpraktiserandi sálarfrøðingur og hevur egna viðgerðarstovu í Keypmannahavn. Hann hevur sum tann fyrsti í danska kongaríkinum eina trý ára serútbúgving í spildurnýggja sálarfrøðisliga viðgerðarháttinum metakognitiv terapi.
Sum mentalur venjari hjá landsliðnum í talvi lærir hann leikararnar at halda 100 prosent fokus og at kunnu avrika upp til sítt besta hvørjaferð.
- Í stuttum snýr hesin terapihátturin um at læra fólk at hugsa minni. Nógv fólk hava ov nógvar stúranir og negativar tankar. Úrslitini vísa, at fái eg telvararnar at hugsa minni, meðan teir telva, so telva teir betur, sigur Kristian Eli Andersen.
Í morgunsendingini á Rás2 fyrr í vikuni greiddi Kristian Eli Anderse frá síni uppgávu sum mentalur venjari hjá danska talvlandsliðnum. Hoyr ta samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.