Kristina byrjaði á Hotel Hafnia sum praktikantur, og gjørdist hon beinanvegin partur av matstovuni. Tænastusinni hennara vakti stóran ans hjá leiðsluni, og eftir hálvum ári sum avloysari kom hon í læru 7. august 2006. Lærutíðin er trý ár og fýra mánaðir, og bleiv hon útlærd 6. desember 2009.
Kristina er sera dugnalig og ein ábyrgdarfullur samstarvsfelagi. Serliga hava vit verið takksom fyri hennara fleksibilitet í tí dagligu arbeiðsgongdini. Nú Kristina er farin at lesa til erhvervsøkonom, og seinni serviceøkonom, vilja vit nýta høvi at ynskja henni alt tað besta í framtíð hennara, verður sagt frá leiðsluni á Hotel Hafnia.