Kristjan fer at taka frá teimum ríku ? men tey fátæku fáa einki

? Í fyrstu syftu verða pengarnir, landsstýrið sparir við at skerja fólkapensjónina, ikki brúktir at hækka pensjónina hjá teimum, sum onga aðra pensjón hava. Kristjan Magnussen kann heldur ikki lova fakfeløgunum nakað sum helst, hvørki at inntøkumarkið uppá 89.000 kr. ikki verður skert, ella at tey ikki einaferð koma at missa alla fólkapensjónina

 

Kristjan Magnussen ætlar at taka frá teimum ríku at geva teimum fætæku.

So stutt kann orsøkin sigast til, at hann ætlar at skerja fólkapensjónina hjá teimum, sum hava sínar egnu pensjónir.

Í hvussu so er sigur hann, at hetta er langtíðarætlanin.

Tí í fyrstu syftu er endamálið meiri jarðbundið: Hann vil hava 12 miljónir til ymsar útreiðslur á almannaøkinum

Kristjan Magnussen, landsstýrismaður í almannamálum, hevur sagt, at hann ætlar sær at skerja fólkapensjónina hjá øllum, sum fáa yvir 89.000 krónur um árið í aðrari pensjón, ella í øðrum inntøkum.

Tey skulu tó ikki missa meiri enn helvtina av fólkapensjónini.


Tað er ongin trygd

Endamálið er at taka pensjón frá teimum, sum hava aðrar, stórar inntøkur, so at tey, sum onga aðra inntøku hava, kunnu fáa hægri fólkapensjón, hevur landsstýrismaðurin sagt.

Tað hevur loypt øði í fólk at ætlanin er at skerja við fólkapensjónina. Eisini fakfeløg.

Og seinnapartin mánadagin savnaðu Starvsmannafelagið og Sjúkrahjálparafelagið øll landsins fakfeløg at skifta orð um ætlanina, saman við landsstýrismanninum.

Og eftir at hava sitið í andglettinum í hálvan annan tíma hevði landsstýrismaðurin givið fakfeløgunum rætt í tveimum ivamálum:

1) Hann bleiv spurdur, hvussu fakfeløgini kundu verða vís í, at inntøkumarkið uppá 89.000 krónur ikki verður lækkað, næstu ferð landkassin manglar pening.

Tað trygdina kundi landsstýrismaðurin ikki veita teimum.

? Hvussu kann eg vita hvat politikarar einaferð fara at gera, spurdi hann

2) Hann varð eisini spurdur um hann kundi tryggja, at fólk altíð fóru at hava helvtina av fólkapensjónini eftir.

Men tað kundi hann heldur ikki.

? Eg havi hildið, at fólk altíð skulu hava helvtina av fólkapensjónini eftir. Tað haldi eg, tí fólk skulu hava tað at ugga seg við, at tey eisini eiga eina almenna pensjón tá ið tey koma í tann aldurin. Men hvat kann henda framyvir, kundu hann ikki vitað.


Miljóningar skulu ikki fáa fólkapensjón

Á fundinum við fakfeløgini greiddi Kristjan Magnussen frá, hví hann hevði tikið hetta stig at skerja fólkapensjónina hjá teimum, sum forvinna meiri enn 89.000 krónur umframt -hóast hann

helst vildi sloppið undan? Eg havi gjørt hetta fyri at seta hol á svull, sum hol skuldi verið sett á fyri 20 árum síðani.

? Vit vilja øll tryggja okkara eldru sømilig kor.

Men gongdin er tann, at tey eldri verða fleiri og fleiri.

? Men hvussu kunnu vit vænta, at landið fer at halda seg hava ráð at betala fólkið eina rímiliga fólkapensjón, tá ið tað verða nógv fleiri pensjónistar, tá ið landið ikki hevur ráð at betala fólki eina rímiliga pensjón nú.

Kristjan Magnussen nevndi eisini, at í 1988 vóru fimm vinnufør fólk fyri hvønn pensjónist. Men í 2020 verða tað bara trý fólk í vinnuførum árum fyri hvønn pensjónist.

? Pensjónin í dag talar fyri seg og vísir, hvussu politiski viljin er til at betala fólki eina rímiliga fólkapensjón. Hvussu kunnu vit so vænta, at færri vinnufør fólk fara at betala fleiri pensjónistum eina rímiliga upphædd? spurdi hann.

Hann helt tí, at tíðin er komin bróta hetta misskilta prinsippið um samhaldsfesti.

? Í mínari verð er tað ikki samhaldsfast, at miljóningar skulu fáa somu pensjón sum fólk, ið onki eiga.


Pensjónin hækkar ikki

Hetta fekk so fólk at spyrja, hvussu nógv pensjónin skuldi hækka, og nær hon hækkaði.

Tá viðgekk landsstýrismaðurin, at fólkapensjónin hjá teimum, sum onki annað hava, fer ikki at hækka enn, hóast skarvað verður av pensjónini hjá teimum, sum fáa meiri enn 89.000 í aðrari pensjón, ella øðrum inntøkum.

Hann segði, at grundin til, at hann ætlaði at skerja pensjónirnar nú, var at hann hevði brúk fyri 12 miljónum á øðrum økjum í almannaverkinum.

M.a. ætlaði hann at stovna eitt heim í Havn fyri senil-dement og sumt skuldi eisini brúkast til bjálvingarstuðul.

Og hann legði afturat, at hevði hann fingið fleiri miljónir, hevði eisini verið brúk fyri teimum, tí nógv viðurskifti á almannaøkin-um vóru undir alt lágmark.

Og hann kundi, sum sagt ikki veita trygd fyri fleiri skerjingum komandi árini, um brúk varð fyri fleiri pengum.


Grettu ikki eitt orð

Tað vóru eisini nógv fakfeløg, sum vísti á, at tað vóru ikki meiri enn nakrir fáir mánaðir síðani, at tey høvdu verið í landsstýrinum og samráðst báði um sáttmálar og pensjónsskipanir.

Men tá varð ikki eitt orð grett um ætlanirnar at skerja pensjónirnar.

Tí holdu mong, at fakfeløgini høvdu gjørt avtalu undir fullkomiliga skeivum fortreytum.

Tey átalaðu eisini, og spurdu, hvussu tað kundi vera til, at ein avtala varð gjørd við eina deild í landsstýrinum um sáttmála og pensjónir og so kom ein onnur deild í landsstýrinum nakrar mánaðir seinni og tók eitt sindur av tí aftur.

Tey hildu, at hetta boðaði frá, at ongin heildarpolitikkur var í Tinganesi, táið høgra hond ikki vitsti, hvat ið vinstra gjørdi.