Kroati til Arsenal

Enska Premier League felagið Arsenal kunngjørdi í gjár, at teir høvdu gjørt eina fýra ára avtalu við kroatiska áleyparan Eduardo Da Silva, sum kemur til felagið frá Dynamo Zagreb í Kroatia.

24 ára gamli Da Silva kom til Kroatia sum 15 ára gamal, og í 2002 fekk hann kroatiskan statsborgararætt. Eftir hetta hevur hann spælt 12 landsdystir fyri Kroatia. Annars kann leggjast afturat, at Eduardo Da silva var fyrsti maðurin, sum skoraði á nýggja heimavøllinum hjá Arsenal, The Emirates Stadium, í einum týðandi dysti. Hetta var í Champions League undankappingini síðsta summar.