Kroatia vann stórsigur á Gibraltar í okkara bólki

Kekkia vann á Montenegro á heimavølli

Hini fýra liðini í okkara HM-undankappingarbólki, Kroatia, Kekkia, Montenegro og Gibraltar spældu fríggjakvøldið HM-undankappingardystir.

 

Í Faro í Portugal vann Kroatia stórsigur 7-0 á Gibraltar. Gibraltar hóraði undan í 28 minuttir áðrenn Kroatia fekk hol á. Hagtølini við royndum á málið hjá mótstøðuliðnum vóru 13-0 til Kroatia.

 

Gibraltar-Kroatia 0-7 (0-2)

0-1 Mario Pasalic ('28 )

0-2 Ante Budimir ('30 )

0-3 Franjo Ivanovic ('60 )

0-4 Franjo Ivanovic ('63 )

0-5 Ivan Perisic ('73 )

0-6 Andrej Kramaric ('77 )

0-7 Andrej Kramaric ('80 )

 

Í Plzen vann Kekkia ein uppibornan 2-0 sigur á Montenegro við einum máli í hvør sínum hálvleiki. Liðini fingu hvør sítt mál kolldømt av VAR.

 

Kekkia-Montenegro 2-0 (1-0)

1-0 Adam Hlozek ('23 )

2-0 Patrik Schick ('65 )

 

Kekkia er fremst í bólki L við níggju stigum fyri tríggjar dystir. Montenegro hevur seks stig fyri tríggjar dystir, og Kroatia hevur trý stig fyri ein dyst. Føroyar og Gibraltar hava einki stig. 

 

Mánakvøldið klokkan 19.45 taka Føroyar móti Gibraltar á Tórsvølli, og somu klokkutíð tekur Kroatia móti Kekkia í Zagreb.