Øksarálopið er fyri í Føroya rætti aftur í dag. Í morgun varð órættaði á vitnisbonkinum og vitnaði um hendingina. Nú aftaná døgurða var tað retsmedisinarin, sum greiddi frá skaðum frá hendingini.
Retsmedisinarin segði í morgun, at órættaði fekk 28 sár, og allarhelst stavaðu tey øll frá øks. Hann segði somuleiðis, at tað er óvist, um knívur er brúktur yvirhøvur. Retsmedisinarin segði, at minst 20 ferðir rakti øksin órættaða. Hann fekk fleiri álvarsom sár av hesum, og fleiri teirra nærhendis gøgn og pulsæðrar.
Tá løgreglan kom á staðið á Íslandsvegnum eftir álopið, løgdu teir verju á armin, teir spentu um sárini á lærinum og teir løgdu verju á ryggin. Høvdu teir ikki gjørt tað, men koyrt beint út á Landssjúkrahúsið við manninum, so var hann helst deyður áðrenn teir komu fram, greiddi retsmedisinarin frá.
Les eisini: Øksarálopið: Órættaði sá ákærda koma við øksini