KT Húsið á Grønlandsvegi 5 í Havn er føroysk KT-fyritøka, sum er stovnað í 2012.
Fyritøkan veitir professionellar KT-loysnir til vinnufyritøkur, kommunur, almennar stovnar og útbúgvingarstovnar. KT húsið arbeiðir proaktivt við at yvirvekja, dagføra og viðlíkahalda KT-loysnirnar hjá kundunum. Tað merkir, at avbjóðingar ofta verða loystar, áðrenn tær gerast trupulleikar hjá tær og tínum starvsfólkum.
KT Húsið er eitt sterkt alternativ á føroyska KT-marknaðinum, og sum kundi fært tú eina framúr góða tænastu, eins og tú fært nógv fyri tínar KT-íløgur. Uppgávan er ikki bara at veita KT, men at skilja tína fyritøku og finna tær loysnir, sum skapa størst virði – bæði í dag og í framtíðini.
Serligt fokus er á B2B-marknaðin (Business-to-Business), sum hesin marknaður verður róptur á fakmáli. KT Húsið er helst størsti veitari av HP farteldum í Føroyum, og hevur veitt allar teldur til tað almenna síðan 2021 sum avtalað í rammusáttmálanum millum partarnar.
Stórur dentur verður lagdur á trygd, álítandi rakstur og persónliga tænastu. Endamálið er at tryggja, at kundar fáa eina støðuga og trygga KT-loysn, so teir kunnu hugsavna seg um sítt virksemi í fyritøkuni annars.
KT Húsið veitir eina breiða røð av KT-tænastum, og kjarnutænasturnar eru:
• KT-rakstur – Umsita og reka alla KT-skipanina hjá kundanum.
• Netumsiting – Uppseting, umsiting og viðlíkahald av netverkum og KT-undirstøðukervum.
• Hýsing – Trygg hýsing av skipanum og dátum við staðseting í Føroyum og self-service fyri kundan.
• Back-up – Automatisk trygdaravriting av servarum, teldum og fartelefonum fyri at tryggja dátur móti missi.
• KT-ráðgeving – Ráðgeving um KT-strategi, verkætlanir, kravfesting og val av røttum loysnum.
• KT-trygd – Loysnir innan antivirus, teldupostatrygd, DMARC og aðrar trygdarskipanir frá Acronis.
• Hardware og software – Søla og uppseting av HP/Dell/Lenovo teldum, servarum, goymsluskipanum.
• Netútgerð og tráðleyst – net frá Cisco/Aruba og Ubiquiti.
• Prent og pappír – Her umboðar KT Húsið HP prentarar.
• Menning av loysnum – Menning av heimasíðum og egnum talgildum loysnum, skræddaraseymaðar eftir tørvi.
• Tænastusáttmálar – Fastar rakstraravtalur, ið verða tillagaðar tørvinum hjá hvørjum einstøkum kunda.
Sum nakað nýtt, hevur KT húsið eisini fingið eina brúkaravinarliga skipan til talgildar undirskriftir, sum eitur AddoSign. Her ber til at undirskriva ymiskar sáttmálar, t.d. setanarsáttmálar, sølusáttmálar, avtalur og annað.
Meira um KT Húsið kann lesast á heimasíðuni www.kthusid.fo ella tit kunnu ringja 55 55 55 og tosa við Svein Thomasen, Høgna í Skorðastovu ella Karl Mittún.










