Týskvøldið spældu Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TTH Holstebro dyst á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í Gråkjær Arena í Holstebro megnaði heimaliðið frammanfyri 1.647 áskoðarum ikki at liva upp til greiðu favorittstøðuna móti Sønderjyske.
Í steðginum var útiliðið á odda 15-9, og tað bleiv dýrt fyri Holstebro í síðsta enda. Holstebro avrikaði betri í seinna hálvleiki, og vann seinna hálvleik 19-16, so tað endaði við 31-28 sigri til Sønderjyske. Teis skoraði eitt mál upp á eina málroynd.
TTH Holstebro hevur trý stig fyri fýra dystir.
Leygardagin klokkan 15 hevur TTH Holstebro aftur dyst á heimavølli. Hesaferð kemur Skjern á vitjan í Gråkjær Arena.











