Tey, sum arbeiða í donsku KT-vinnuni, eiga ikki at gera sær bjartar vónir um framtíðina.
Tað vísir seg, at nógvar danskar fyritøkur hava og fara at leggja sínar KT-deildir niður, tí tað lønar seg nógv betur at lata aðrar taka sær av uppgávunum. Hetta kann sambært Ole Kjærgaard hjá PA Consulting hava við sær, at ein fimtapartur av størvunum í donsku KT-vinnuni fara at hvørva tey næstu árini. Tað fer at hava við sær, at nakrar fáar fyritøkur fara at átaka sær uppgávurnar hjá hinum fyritøkunum, men samstundis er tað greitt, at kappingin við útlendskar fyritøkur fer at harðna, sigur Ole Kjærgaard við Jyllandspostin.
Ein orsøk til gongdina er, at KT-vinnan gerst altsamt meiri og meiri torgreidd, og tí er tað ein spurningur, hvussu leingi tað loysir seg hjá fyritøkum at útbúgva fólk til hetta arbeiðið. Í nógvum førum er tað bíligari at lata onnur gera arbeiðið.