Fyri góðari viku síðani, fingu fyrstu føroysku skúlalærarnir handa prógv sum KT-vørðar.
Útbúgvingin er úrslit av teirri niðurstøðu, sum ein arbeiðsbólkur hjá KT-deplinum og undirvísingar- og mentamálastýrinum kom til, tá framtíðar bygnaðurin av skúlaverkinum varð lagdur til rættis.
Í samstarvi við vinnuna
Gjørt varð síðani av, at nakrir lærarar skuldu fáa møguleika at útbúgva seg á hesum øki, soleiðis at hesir í framtíðini kundui gerast KT-vørðar, ella netumsitarar, hjá skúlunum.
Greitt varð beinanvegin, at hetta mátti gerast í samstarvi við vinnuna, og eftir at hava kannað teir møguleikar, sum fyrilógu, varð gjørt av, at taka av tilboði frá Formula Fo.
Almennu myndugleikarnir vóru sera fegnir um, at serkunnleikin innan hetta øki kundi finnast í Føroyum, eins og tað eisini var gleðiligt, at henda tænasta kundi veitast til ein kappingarføran prís.
Fyri hálvum ári síðani varð so skjøtul settur á útbúgvingina, og hósdagin í farnu viku fingu so 22 lærarar handa KT-prógvið. Hesi eru tó enn ikki liðug at útbúgva seg, tí eftir ætlan skulu tey útbúgva seg enn meira, og verður seinni partur av útbúgvingini liðugur á sumri 2001.
Týdningarmikið við samstarvi
Tá prógvini vórðu handað, førdi Torkil Holm, stjóri, fram røðu vegna Formula Fo, har hann fyrst og fremst takkaði fyri, at teirra virkið varð valt sum samstarvsfelagi hesum viðvíkjandi.
Torkil Holm greiddi frá, at tá hetta var fyrsta ferð, at slík útbúgving varð givin í Føroyum, mátti eitt umfatandi arbeiði til, fyri at seta útbúgvingina saman. Hetta hevði tó eftir hansara tykki eydnast sera væl, ikki minst takka verið góða samskiftinum, sum hevði verið millum partarnar.
Júst samskifti og samstarv millum almenna og privata sektorin, var nakað, sum Torkil Holm legði stóran dent á í røðu síni. Tá hann skuldi lýsa fyrimunirnar við hesum samstarvið, málbar hann seg soleiðis:
»Sjálvandi eru ymiskar hugsanir um, hvussu umfatandi almenni sektorurin eigur at vera og hvat virkisøkið hjá honum skal vera, men so mikið er vist: Almenni sektorurin má vera effektivur í sínum tænastum, tí tær eru týðandi fyri virkisførið í øllum pørtum av samfelagnum. Ikki minst er hetta galdandi fyri undirvísingar- og skúlaverkið
Tað almenna og privata vinnulívið vera tíðum sett upp ímóti hvørjum øðrum. Men vit skulu ikki gloyma, at tað almenna kann hava stóran týdning fyri menningina av vinnulívinum. T.d. við at stuðla vinnulívið, men sanniliga eisini við at seta krøv til vinnulívið, tá ið tað biður um vørur og tænastur haðani.
At heimamarknaðurin veruliga setur strong krøv, hevur sera stóran týdning fyri menning okkara sum útflutningsfyritøka, og her hevur tað almenna ein týðandi leiklut. Tí eru vit sera fegin um hetta stigið, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið og KT-depilin hava tikið og tað samstarv, sum tað hevur elvt til.«
At enda takkaði Torkil Holm KT-deplinum og undirvísingar- og mentamálastýrinum fyri tað álit, teir høvdu sýnt, tá Formula fo varð valt til hesa uppgávu, eins og hann ynskti nýggju KT-vørðunum hjartaliga tillukku við útbúgvingini, sum teir nú høvdu staðið.