Kúlurnar sendar norður á Náttúrugripasavnið

Vanlig mannagongd, tá hvalur leggur beinini, sigur Jaspur Vang, sýslumaður.

Í gjár stóð ein lastbilur á Krambatanga, við kúlunum og øðrum rovum av døglingunum, ið løgdu beinini á Krambatanga. Onkur undraðist á, hvagar lastbilurin var á veg, og Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy, sigur við in.fo, at kúlurnar verða sendar norður á Náttúrugripasavnið.

 

- Hetta er heilt vanligt, tá annar hvalur enn grindahvalur leggur beinini í Føroyum, sigur Jaspur Vang.

 

Umboð fyri Sea Shepherd vóru á Krambatanga og tóku myndir av kassunum, og sagt varð, at sýslumaðurin hevði verið eftir teimum. Jaspur Vang sigur tó, at talan als ikki var um nakran dramatikk.

 

- Eg var á Krambatanga, og tosaði við tey, men tað var einans fyri at greiða teimum frá, hvagar kúlurnar fóru. Tað hevði als einki upp á seg, sigur hann.