Ein syrgilig familjusøga var fyri í rættinum í gjár.
Tey vóru gift í 39 ár, konan rýmdi frá manninum, og sunnumorgunin 10. apríl fór hann tíðliga um morgunin á nýggja bústað hennara við byrsu og lat fleiri skot av móti úthurðini.
Tað var ein vanlig familja við seks børnum.
Hann hevði gott arbeiði, sum hann fekk trý ára farloyvi frá. Tá ið tey trý árini vóru farin, flutti hann heimaftur. Hon kom aftur til Føroya á nýggjárunum.
Tað gekk ikki serliga væl, og tá ið hon kom eftir, at hann hevði eina aðra, flutti hon frá honum.
Maðurin segði seg einki minnast frá vikuskiftinum. Hann var byrjaður at drekka longu fríggjadag og drakk nógv alt vikuskiftið. Tað sama hevði hann gjørt fleiri vikuskifti.
Ikki illur
Hann segði seg onga orsøk hava til at vera illur við konuna, sum var farin frá honum, men hann var argur inn á, at hon hevði verið inni í húsunum og tikið ymist við sær. Hon hevði verið har, meðan hann ikki var heima.
Maðurin hevði sent heni fleiri sms um hetta, og í onkrum sms-um hevði hann latð hana skilt, at hann kundi finna uppá at taka seg av døgum.
Hon skilti hetta ikki sum hóttanir móti sær, men hon var meira bangin fyri, hvat hann kundi finna uppá at gera móti sær sjálvum.
Leygarkvøldið 9. apríl hevði hon verið í Havnar Klubba saman við eini vinkonu. Hann var eisini har, men eygnasamband var ongantíð teirra millum, og hon visti ikki, um hann hevði varnast, at hon var har. Hann mintist einki av nøkrum annað enn, at hann hevðí verið í klubbanum.
Leygarmorgunin hevði hann veriuð í túninum, og hon bað hann fara heim og koma ftur, tá ið hann var edrúur.
Sunnumorgunin, eftir at hon var komin úr býnum, sms-aði hann og bað hana koma niðan til sín.
Nakað eftir hoyrdi hon onkran banka fyrst á úthurðina, síðan á eitt vindeyga og so aftur á úthurðina. Hon visti beinanvegin, at tað var fyrrverandi maður hennara.
Sá byrsuna
Hon ætlaði at fara út at tosa við mannin, men gjøgnum glasrútin sá hon hann taka eina byrsu upp úr eini plastsekki, og hon var vitni til, at hann skjeyt móti úthurðini. Hann lat nøkur skot av móti hurðini.
Tá kom hon at hugsa um øll løgnu sms-ini hon hevði fingið frá honum.
Knappliga kendi hon, at nakað rann niður eftir lørunum. Hun skundaði sær inn á baðirúmíð, læsti og smeyg sær út gjøgnum vindeygað. Hon hugsaði, at hon sum mamma ikki skuldi doyggja frá børnum sínum.
Áðrenn hon fór út, ringdi hon teskandi til almarmsentralin og segði, hvat var hent. Politiið var har beinanvegin.
Kvinnan segði í rættinum, at maðurin ongantíð hevði veriðð harðligur og hevði ongantíð hótt hana.
Politiið kom, og ein politistur lat eitt ávaringarskot av. Maðurin varð biðin um at leggja byrsuna frá sær. Ein politistur sá hann hugsa seg um eina løtu, og so tók hann patrónirnar úr byrsuni.
Ein annar poltistur segði í rættinum, at teir vóru til reiðar. Hevði maðurin ikki lagt byrsuna frá sær, høvdu politistarnir skotið eftir honum.
Maðurin var róligur og setti seg ikki upp ímóti, tá ið hann varð lagdur í handjørn.
Hann hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan 10. apríl.
Einki bagir
Hann er kannaður. Maðurin er ikki sálarsjúkur, men gjørdi sína gerð í fyllskapi. Bakgrundin er góð, hann hevur virkað væl, og hann hevur ongantíð gjørt annað revsivert. Vitinum bagir einki.
Rætslæknaráðið hevur mælt til, at tá ið maðurin er leysur, skal hann í viðgerð og vera undir eftirliti. Tað góðtók hann.
Ákærin kravdi mannin fongslaðan í tvey ár, men dómarin helt 10 mánaðir vera nóg mikið, tí maðurin hevði ongar ætlanir um at drepa.
Maðurin tók við dóminum. Hann átti seinastu orðini og segði, hvussu harmur hann var um gerð sína.