- Føroysk skip skulu ikki tveit fisk, ella slógv aftur í havið. - Tað staðfestir Reimund Langaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Og hann staðfestir, at nú politikarar viðgera spurningin um eina fiskivinnunýskipan, skal tað vera ein parture av nýskipanini, at allur fiskurin skal førast til lands og gagnnýtast, og ikki bara sjálvt flakið.
Eitt dømi, hann vísir á, at , at føroyingar hava eina kvotu í Barentshavinum upp á 30.000 tons.
Men veruleikin er tann, at skipini gagnnýta bara eini 36% av fiskinum, meðan heili 64% verða blakaðir út aftur í havið.
Av allari kvotuni í Barentshavinum á 30.000 tons, er tað sostatt bara eini 10.000 tons av flaki, sum verður gagnnýtt. - Afturat hesum er talan um áleið 8.700 tons av høvdum, 5.100 tons av ryggjum, 3.000 tons av kílum, 1.800 tons av livur og 600 tons av innvølum.
- Flakini hava eitt útflutningsvirði á áleið 400 mió.kr., meðan restin, sum verður blakað í havið, hevur eitt samlað útflutningsvirðið á áleið 150 mió.kr.
- Stjórin í Faroe Marine Products sigur, at teir kundu saktans framleitt og selt tann partin, sum í dag verður kastaður í havið.
- Hann leggur afturat, at hetta nokk hevði givið eini 70 ársverk afturat í virkinum. Eisini vildi hetta givið grundarlag fyri, at ordiligt lív kom í, á høvdavirkinum í Suðuroy.
Í løtuni er prísurin á flaki selt fyri áleið 40 krónur kilo. Hetta svarar til, at útflutningsvirðið av Barentshavstoskinum, sum verður flakaskorðin umborð, liggur um 14 krónur fyri kilo av heilum fiski.
Til samanberingar verður toskurin seldur fyri einar 15 krónur fyri kilo á fiskamarknaðinum á Toftum. Og varð hann virkaður í Føroyum, hevði útflutningsvirðið verið næstan 25 krónur fyri kilo.
Reimund Langaard hevur tosað við ein virkisleiðara, sum vísti á, at teir brúktu einar fýra krónur í arbeiðsløn fyri kilo. Ta svarar til, at teir brúka einar 24 tímar til eitt tons av fiski og falda vit so hetta við 30.000 tonsum, fáa vit 720.000 tímar. - Siga vit so, at eitt ársverk er 1.600 tímar, vildu vit við hesum kunnu skapt 450 eyka ársverk, varð allur hesin fiskurin skorin til flak í Føroyum.
Tilsamans kunnu vit sostatt fáa yvir 500 ársverk afturat á landi burturúr verandi kvotu í Barentshavinum. Men tá mugu mugu vit mótroknað, at vit so høvdu eini 100 færri mans við flakatrolarunum.
Les meiri: Fiskivinnan: Stór virði kastað fyri borð
Reimund Langaard heldur, at tá ið reiðarar fáa kvotuna ókeypis frá landinum, átti landið at sett sum treyt, at alt skal takast til lands.
Eg eri sannførdur um, at um verandi skip ikki vóru sinnað at taka alt til lands, høvdu vit funnið annan reiðara og aðra manning, sum var sinnað at fara eftir kvotuni við tí treyt, at alt kom til lands, sigur tingmaðurin fyri Sambandsflokkin.
|