Forsetavitjan
Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, varð væl kunnaður um eina komandi oljuvinnu í Føroyum, tá hann vitjaði í Runavík fríggjadagin.
Lasse Borðoy, stjóri fyri útgerðarhavnina í Runavík, kunnaði forsetan um væntandi virksemið og um leiklutin hjá Atlantic Supply Base í Runavík í eini komandi oljuvinnu.
Stór móttøka
Stór móttøka var á bryggjuni í Runavík, tá Brimil um tíggju tíðina fríggjamorgunin legði at við íslendska forsetanum, Ólafi Ragnar Grímsson, umborð.
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, tók ímóti forsetanum og dótti borgarstjóran, Mia Nielsen, handaði forsetafrúuni, Dorrit Moussaieff, blómutyssi.
Íslendski forsetin gav sær góðar stundir at heilsa upp á mongu fólkini á bryggjuni, áðrenn hann við fylgi fór í bussin, sum koyrdi hann niðan á kommunuskrivstovuna, har hann skuldi fáa eitt sindur at vita um føroyskt oljuvirksemi.
Uttan fyri kommunuskrivstovuna var somuleiðis stór mannfjøld og fagna forsetanum.
Fekk horn til gávus
Á samkomuni í kommunuskrivstovuni í Runavík fekk íslendski forsetin eitt snapsaglas gjørt úr horni til gávus frá kommununi, og forsetafrúan fekk silvursmúkkur til føroyska búnan.
Íslendsku blaðmenninir, sum eru við á ferðini í Føroyum, vænta ikki, at íslendski forsetin fer at drekka nógvar snapsir úr føroyska veðrahorninum, tí hann drekkur ikki.