Kunna um útbúgvingar í Aberdeen

   

Í sambandi við skotsku vikuna í Havn koma umboð fyri ymsar síður av skotska samfelagnum til Føroya at kunna um Skotland og hvat skotar hava at bjóða og um samstarvsmøguleikar, sum kunnu verða til gagns fyri báðar partar.
Á útbúgvingarøkinum vitja m.o. Jan Flint, Director of Corporate Affairs á Robert Gordon University í Aberdeen og Shona Malcolm, Student Recruitment Officer frá University of Aberdeen.
Tey vitja m.a. á torginum í SMS týsdag 30. sept. til kl. 14.00, tá tey fara inn á Kambsdal, har næmingar bæði á Studentaskúlanum og á Handilsskúlanum eins og onnur áhuga fáa høvi at hoyra um, hvørji spennandi tilboð hesi bæði universitetini hava at bjóða - bara ein tíma at flúgva úr Føroyum.
Hesi bæði umboðini, Jan Flint, Director of Corporate Affairs á Robert Gordon University í Aberdeen og Shona Malcolm, Student Recruitment Officer frá University of Aberdeen, vera týsdagin 30. septemb-er kl. 15.00 til umleið 16.15 at hitta í samkomu-høllini á Studentaskúlanum á Kambsdali, har tey fara at siga frá um umsóknarmannagongdina, innleiðsluskeið, bústaðarviðurskifti, undirvísingarhættir, próvtøkur o.a. Høvi verður at seta spurningar í hesum sambandi.
Afturat teimum verður eisini Martha Mýri, fyrrverandi næmingur og nú lærari við Studentaskúlan á Kambsdali, sum sjálv hevur lisið við University of Aberdeen. Hon kann eisini svara spurningum um, hvussu tað er sum føroyingur at lesa í Aberdeen.
Hesi bæði umboðini frá universitetunum í Aberdeen skulu hesar tríggjar dagarnar, tey steðga í Føroyum, eisini hitta yrkis- og lestrarvegleiðararnar í miðnámsskúlunum, umframt Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Handilsskúla í Havn og Altjóða skrivstovuna fyri at menna tann kunnleika og tað samstarv, sum longu er millum hægri lærustovnar í Føroyum og Aberdeen.
Nevndu gestir úr Aber-deen verða eisini at hitta til líknandi tiltak á Handilsskúlanum við Marknagilsvegin mikudagin 1. okt. kl. 14.45 - 15.30
Fleiri enn 50 føroyingar lesa við tey bæði universitetini í Aberdeen, antin sum fjarlesandi ella búsitandi í stórbýnum Aberdeen.