Kunning á Kambsdali mikukvøldið

Mikukvøldið 11. februar verður kunningartiltak á Miðnámi á Kambsdali. Tiltakið er opið frá 18 til 20. Klokkan 19 er framløga um útbúgvingar skúlans í skúlahøllini.

Tíðindaskriv:

 

Tær gymnasialu breytirnar eru búskaparbreyt, fyrireikingarbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt og norðuratlantiski studentaflokkurin (NGK). Aðrar útbúgvingar eru FHS - yrkisnám, serbreyt og føroyskt sum annaðmál (FSA).

 

Komandi næmingar, foreldur og onnur áhugað eru vælkomin at kunna seg nærri um skúla og útbúgvingarmøguleikarnar á Kambsdali og fáa svar upp á spurningar um skúlaumhvørvi og stuðulsmøguleikar, breytaval og vallærugreinir.

 

Á skránni er framløga um skúlalívið á Kambsdali, um útbúgvingarnar og ymsar valmøguleikar. Høvi verður sjálvandi eisini at hyggja seg um í nýbygdu náttúruvísindahølunum og skúlanum yvirhøvur.

 

Í nýggju miðhøllini vera lestrarvegleiðararnir eins og umboð fyri lærugreinir tøk til persónliga vegleiðing. Umboð fyri serbreytina, FSA, NGK og orðblindavegleiðari vera somuleiðis til staðar og fús at vegleiða. Skúlin bjóðar ein kaffimunn við onkrum góðum.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!