"Hellas unfiltered/Hellas-Pisa". Soleiðis nevnir Youtube-rásin øðrvísi hæddarpunktini frá fyrsta dystinum hjá Andriasi Edmundssyni í Seriu A.
Í hesum samandráttinum sær ein m.a. Andrias gera seg kláran til dystin, Andrias við góðari takkling, góðari sending, og í einari kroystari verjustøðu móti dystarenda.
Ein stuttlig og øðrvísi filming frá dystinum Hellas Verona-Pisa 0-0, har Andrias gjørdist fyrsti føroyingurin at spæla ein dyst í italsku Seriu A.
HER ber til at síggja tey sonevndu ófiltreraðu/øðrvísi hæddarpunktini:
##med2##











