Ólavur Ellefsen greiðir frá, at eitt av aðalmálunum hjá KT-bólkinum er við at koma undir land, við tað, at frá 1. januar 2000 verða almennir stovnar líkastillaðir við aðra vinnu, tá tað kemur til MVG. Vinnumálastýrið er í ferð við at orða ein KT-politikk og í hesum sambandi heldur KT-bólkurin at visiónin eigur at vera: Digitaliseraðar Føroyar. Í KT-politikkinum eigur annars dentur at verða lagdur á meiri útbúgving, gransking og tættari samband við útheimin. Uppgávan hjá tí almenna kann vera at fíggja digitaliseringina og skipað fyri útbúgvingum.