Tíðindaskriv:
Kunningardagur í Klaksvík um demens
Klaksvíkar Kommuna skipar leygardagin 24. september kl. 14-17.30 fyri einum kunningartiltaki í samband við Altjóða Alzheimserdag, sum var í gjár.
Hagtøl vísa, at uml. 800 føroyingar við demensi í dag. Tí vil Klaksvíkar Kommuna skipa fyri hesum kunningartiltakið, so ein betri fatan kann skapast av teimum avbjóðingum, sum tey, ið eru rakt av demensi og teirra avvarðandi kunnu koma í, sigur Óluva Klettskarð, stigtakari og formaður í trivnaðarnevndini Eldri og Bústaði
Sirið Stenberg, landstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, setir dagin, har fólk við servitan og royndum av at liva tætt upp at hesi sjúku, fara at greiða frá.
Evnini, sum verða borin fram, eru eitt nú, hvussu tað er at liva eitt virkið og sunt lív við demenssjúku, at arbeiða fyribyrgjandi í mun til demenssjúkur, at vera avvarðandi, at samskifta við mennsikju, ið hava fingið demenssjúku, og vitjanartænasta.
Við í tiltakinum vera eisini umboð fyri Búðatrøð, Alzheimerfelagið, Demenseindina á Landssjúkrahúsinum, Eldraráðið í Klaksvík, Demenssamskiparar, Hjálpitólamiðstøðina og fyritøkuna ROSAH, ið sýna fram. Møguleiki verður fyri at fáa eitt prát við tey ymsu umboðini.
Harumframt verður føroyskur filmur um demens vístur. Filmurin er framleiddur í sambandi við Remodem-verkætlanina, ið er ein ES-verkætlan, sum hevði til endamáls at menna tænastur til heimabúgvandi menniskju við demensi í útjaðaraøkjunum í Evropa.