Landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva løgregluni í Føroyum heimild til at taka DNA roynd av brotsfólkum og at goyma royndirnar, so at tað kann avdúkast um sama brotsfólk fremur fleiri lógarbrot. Samtykkir Løgtingið uppskotið, kann hendan nýggja skipanin verða sett í gildi longu 1. apríl næsta ár.
Hetta fer at geva løgregluni í Føroyum eitt betri og meira tíðarhóskandi amboð til at eyðmerkja møguligar gerningsmenn.
Løgreglan í Føroyum fer nú at kunna goyma dna-profilar, sum verða tiknir í Føroyum av ávísum dømdum og skuldsettum revsilógarbrótarum í sambandi við lógarbrot, og eisini teir dna-profilar, sum verða funnir sum spor á einum gerningsstaði.
Higartil hevur løgreglan ikki kunnað goymt tiknar dna-royndir, men einans brúkt upplýsingarnar í sambandi við ítøkiliga revsimálið.
Við eini dna-profilskrá er tað møguligt at sleppa ósekum persónum undan illgruna um at hava framt eitt brotsverk
Tað verður bara loyvt at skráseta dna-profilar av fólki, sum hava verið ella eru skuldsett fyri eitt lógarbrot, sum kann geva fongsul í 1 ár og 6 mánaðir ella meira, ella sum verða skuldsett fyri barnapornografi.
- Sostatt skal talan vera um rættiliga álvarslig lógarbrot, áðrenn ein dna-profilur kann verða skrásettur, sigur Annika Olsen.
Tað er einans ríkispolitiovastin, sum hevur atgongd til dna-profil-skránna, og tí er tað hann, sum tekur avgerð um at geva upplýsingar víðari.