Kunnu vinna ein heilan bil - fyri bara 10 krónur

Teir ungu svimjararnir á Tvøroyri hava sera góð úrslit at vísa á.

Men at halda seg á toppinum kostar pengar

At fáast við ítrótt er dýrt. Sera dýrt.

Ikki minst um tú er á toppinum - og ætlar tær at verða verandi har.

Tvøroyrar Svimjifelag er eitt ítróttarfelag á toppinum.

Og tey ætla sær at royna at verða verandi á toppinum.

Men av tí, at tað krevst nógvur peningur at reka svimjifelagið, eins og øll onnur ítróttarfeløg, eru nevndarlimirnir í Tvøroyrar Svimjifelag í somu støðu, sum í flest øllum øðrum ítróttarfeløgunum: Ein stórur partur av arbeiðnum fer til at útvega pengar til rakstur.

Dag og dagliga eru bingolýsingar at hoyra og at síggja frá ymsum feløgum og lutaseðlaseljarar eru daglig sjón í gøtunum.

Tvøroyrar Svimjifelag er onki undantak.


Ein heilan bil

Í hesum døgum er Tvøroyrar Svimjifelag farið undir undir eitt stórt tiltak at savna pening til felagið.

Men tey hava sett heldur meiri í veð, enn vanligt er.

Tey, sum keypa lutaseðlar frá svimjifelagnum kunnu nevniliga vinna ein heilan bil-ein Ford Ka, sum kostar einar 115.000 kr. at keypa

Og tað skerst ikki burtur, at tað ber til at gera kvettið, tí seðilin kostar 10 krónur.

Í hesum døgum hevur svimjifelagið sent girokort í hvørt hús í Suðuroynni-umframt at kort eru løgd inn áposthúsini norðangjørðs.

Poul Poulsen, formaður í Tvøroyrar Svimjifelag, sigur, at á hvørjum girokorti eru 10 nummur, sum hvørt kostar 10 krónur.

­ Tey, sum sendir inn, skulu so bara seta kross við, hvussu nógv nummur, tey vilja hava, skrivað krónutalið á girokortið og betala upphæddina á posthúsinum.

Øll nummrini á kortinum kosta sostatt 100 krónur.

Seinasta freist at keypa lutaseðil er mikudagin 5. august.

­ Bilurin verður drigin á einum stórum bingo, sum verður í ítróttarhøllini í Trongisvági sunnudagin 9. august, sigur formaðurin.


Fáa nýggjan venjara

Pengarnir, sum felagið fær inn við lutaseðlasøluni, bingu o.ø, skulu m.a. brúkast til nýggjan venjara.

Petur Heðin á Fløtti, sum hevur verið venjari, fór 1. mars, tí hann skuldi á politiskúla.

Síðani var Hjalmar Joensen venjari til 1. juni. Men nú í august fáa svimjararnir á Tvøroyri nýggjan venjara.

Tað er klaksvíkingurin, Sørin Olsen, sum er vælkendur svimjari og sum setti nógv met, tað tíð, tað var.


14 heiðursmerki

Poul Poulsen sigur, at seinasta kappingarár gekk stak væl hjá Tvøroyrar Svimjifelag.

Ikki minst eru tey væl nøgd við úrslitið, tey fingu í altjóða SGI kappingini í Esbjerg herfyri.

Í kappingini vóru 2.000 svimjarar úr Norðurlondum, Týsklandi og Belgia.

17 svimjarar av Tvøroyri vóru í kappingini og tey komu heimaftur við 14 heiðursmerkjum.

Tilsamans svumu tey seg í 42 finalur-tvs, at svimjarar av Tvøroyri vóru ímillum átta tey bestu av 2.000 svimjarum í 42 kappingum.

Fýra svimjarar av Tvøroyri komu aftur við heiðursmerkjum.

Sheila Millum Garðarnar fekk tvey heiðursmerki úr gulli og tvey úr silvuri. Systir hennara, Rutt Millum Garðarnar, fekk eitt silvurmerki.

Eyðbjørg Robertson fekk tvey silvur og tvey bronsumerki.

Og Bente Sikivat Andersen fekk eitt silvur og fýra bronsumerki.


Vakti ans

Størsta ans fekk gullmerkið, sum Sheila Millum Garðarnar vann í 25 metra frísvimjing.

Kappast var í aldursbólkum og 13 ára gamla Sheila Millum Garðarnar brúkti 12,90 sekund um teimin og vann sín bólk

Bestu tíðina yvirhøvur í teirri kappingini fekk 24 ára gamla Mette Nørskov úr Esbjerg, sum er millum fremstu svimjararnar í Evropa. Hon brúkti 12,50 sekund um teinin.

Tvs, at Sheila Millum Garðarnar var bara 40/100 partar aftanfyri ein evropeiskan toppsvimjara.

Var talan um eina opna kapping, hevði hon blivið nr. tvey, og tað er eitt frálíkt úrslit, ikki minst táið hugsað verður um aldurin og aldursmunin upp til Mette Nørskov. Í hesi somu kapping hevði Bente Sikivat Andersen blivið nummar fýra, um talan var um eina opna kapping.


Menti seg aftur

Svimjing hevur verið av fremstu ítróttargreinum á Tvøroyri. M.a. er okkara fremsti svimjari nakrantíð, Jón Hestoy, av Tvøroyri.

Men svimjingin datt niðurfyri aftur og tók ikki at mennast aftur fyrrenn fyri nøkrum árum síðani, táið Jón Vestergaard tók venjingina á seg.

Men síðani hevur tað gingið væl, og m.a. skuldi Tvøroyrar Svimjifelag hava tríggjar svimjarar á landsliðnum, sum fer til Íslands í næstum.

Sheila Millum Garðarnar og Bente Sikivat Andersen fara við. Men Rutt Millum Garðarnar hevur tíverri meitt sær økslina, so hon sleppur ikki við.

Í Tvøroyrar Svimjifelag eru 30 limir ímillum 16 og sjey ár. Bara fýra av teimum eru drongir, men tað vónar formaðurin, fer at broytast.

Umstøðurnar eru góðar, burtursæð frá tí, at einasti hylur í býnum, tann í skúlanum, er bara 12,5 metrar langur. Men samstarvið við skúla og kommuni hevur verið stak gott, sigur Poul Poulsen.