Kuwait letur loftrúmið uppaftur eftir iransk álop

Kuwait stongdi loftrúmið í góðari tíð í gjár, tí mett varð, at vandi var fyri iranskum álopum

Flogferðslan í størstu floghavnini í Kuwait er uppafturtikin, eftir at flogferðslan varð steðgað av iranskum álopum.

Tað upplýsa landsins loftferðslumyndugleikar í morgun sambært Reuters og AFP.

 

Kuwait stongdi loftrúmið í góðari tíð í gjár, tí mett varð, at vandi var fyri iranskum álopum.

 

USA hevði hótt við at leypa á Iran í nátt, sum landið eisini gjørdi, og Iran hótti við at leypa á amerikansk áhugamál í Miðeystri.

 

Lesið eisini: USA fer at leypa á Iran í nátt

 

https://www.in.fo/news-detail/usa-fer-aftur-at-leypa-a-iran-i-natt