Trý indisk sjófólk eru dripin í einum álopi á eitt skip út fyri Oman.
Tað upplýsir ráðharrin í India fyri skipaferðslu, Shri Sarbananda Sonowal, sum leggur USA undir at hava ábyrgdina av hendingini.
Tíðindastovan AFP sigur, at álopið, sum tók lívið av sjófólkunum, hendi í gjár.
- Tað er ógvuliga tungt at hoyra um syrgiligu hendingina umborð á MT Settebello.
Tað sigur ráðharrin, sum leggur aftrat, at skipið sigldi undir flaggi hjá Palaus.
- Trý indisk sjófólk, sum fyrst vóru saknað, eru nú staðfest deyð, sigur Shri Sarbananda Sonowal, sum er maðurin á myndini omanfyri.
Útlendskir miðlar vita í morgun at siga, at USA enn ikki hevur gjørt viðmerkingar til hendingina.
##med2##












