Um eina løtu verður sprongt

- Meðan spreinging fer fram, verður vegurin stongdur, og vaktir verða staðsettar við vegin fyri at syrgja fyri trygdini hjá ferðsluni og teimum, sum eru í økinum

 

- Í sambandi við nýggju útstykkingina í Syðrugøtu, sum er omanfyri Garðabrekku, fer arbeiðstakarin, J&K Petersen, at gera spreingiarbeiði vegna Eysturkommunu.

 

Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag, og lagt verður aftrat, at fyrsta spreinging verður í dag klokkan 14.

 

- Síðan verður sprongt eina til tvær ferðir um vikuna í einum tíðarskeið á umleið seks mánaðir.

 

Vegna summarfrí verður tó ikki sprongt í viku 31 og 32. 

 

Tá klárt er at spreingja, verður boðað frá við floytu.

 

- Meðan spreinging fer fram, verður Garðabrekka stongd, og vaktir verða staðsettar við vegin fyri at syrgja fyri trygdini hjá ferðsluni og teimum, sum eru í økinum.

 

Í Eysturkommunu siga tey, at arbeitt verður vit at seta fastar tíðir í vikuni, tá sprongt verður, so borgarar vita neyvari.

 

- Vit heita á øll um at vísa varsemi og fylgja teimum ávísingum, ið verða givnar á staðnum, siga tey í Eysturkommunu í dag.