Edvard Joensen
Komandi dagarnar verður stór ráðstevna í Norðurlandahúsinum. Tað er Útnorðurráðið, sum skipar fyri kvinnupolitiskum verkstaði.
Stevnan er løgd soleiðis til rættis, at ymsir arbeiðsbólkar viðgera ávís evni, sum so verða løgd fram á felagsfundi. Seks eru evnini, sum fevna alt frá harðskapi móti kvinnum, kvinnum á arbeiðsmarknaðinum, kvinnur í politikki og til familjupolitikk.
Luttakarar verða úr Íslandi og Grønlandi umframt úr Føroyum.
Eisini fara politikkarar og embætisfólk úr hesum trimum londunum at luttaka.
Men skráirnar hjá báðum bólkunum eru ikki heilt tær somu. Tó fara báðir partar at verða umboðaðir á stóra pallborðsfundinum í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið.
Fremmandu gestirnir koma í dag, og fara at brúka dagin ymiskt. til dømis fara grønlendingarnir at hitta landsmenn í Grønlendingahúsinum í Havn.
Sjálv stevnan verður sett leygarmorgunin klokkan 9.oo. Tað verður næstformaðurin í Útnorðurráðnum, Lisbeth L. Petersen, sum fer at seta stevnuna. Síðan fer Eyðun Andreasen, professari, at halda fyrilestur.
Seinni verður m.a. fundur við javnstøðuráðharrarnar í teimum trimum londunum.
Umframt verða onnur tiltøk sum fundir, fyrilestrar og útferðir.
Stóri pallborðsfundurin í Norðurlandahúsinum verður sunnukvøldið klokkan 20.oo. Jógvan Arge, útvarpsmaður, fer at stýra fundinum.
Ymsu bólkarnir fara at leggja fram tað, teir eru komnir til í sínum verkstaðararbeiði hesar dagarnar, stevnan hevur verið.
Eisini politikkarar sleppa framat.
Og at enda sleppa so fundarluttakararnir at seta spurningar, sum vanligt er á slíkum fundum.