Kvinnur í Havn

Rættast var um kvinnur høvdu sín egna lista bæði til løgtings og kommunuval, hesin kemur kanska.

Johan Mortensen

Valevni fyri Tjóðveldisflokkin



Yvirhøvur eru kvinnur alt ov illa umboðaðar bæði í politikki og vinnulívið. Almenni peningastovnurin Føroya Banki hevur td., onga kvinnu í nevndini. Tú sær næstan ikki ein kvinnuligan stjóra hvørki hjá privatum ella almenum feløgunum. Okkum tørvar kvinnur í nógv fleiri leiðandi størvum.

Javnstøðislógin verður alt ov lítið vird og var tað ikki fyri eldsálum sum Turið D Hentze var henda lógin skjótt gloymd i manschauvinistiska føroyum anno 2000.

Tjóðveldisflokkurin í komandi Býráðið vil endurskoða allar nevndir soleiðis at rætt kynsbýtið verður allastaðni har Býráðið ræður fyri borgum og seta kvinnur í leiðandi størv í kommununi.

Tjóðveldisflokkurin vil stuðla kvinnuáhugamálunum í Høvuðsstaðnum.

Rættar kvinnur velja Tjóðveldið og framtíðina.