- Tað eru trý ting, sum konufólk skulu halda seg frá. Tað er politinum, herinum og at viðmerkja fótbólt.
Soleiðis sigur 65 ára gamli Tønnis Wardum, sum hevur starvast sum politistur í 41 ár. Týsdagin í farnu viku hevði hann sín seinasta starvsdag.
Í seinnapartssendingini á Rás2 mánadagin greiddi Tønnis Wardum frá teimum ymsu upplivingunum, hann hevur havt hesi 41 árini.
Nógvar broytingar eru farnar framm øll hesi árini, men hann er als ikki í iva um, hvør størsta broytingin er.
-Nú eru kvinnur eisini politistar, og tað var tað ikki, tá eg byrjaði. Konufólkini eru ólukksáliga fitt, men politiið var politi, tá tað bara vóru mannfólk. Tað er mín meining, sigur Tønnis Wardum avgjørdur og heldur fram:
- Tær eru dugnaligar til sítt arbeiðið, men eg veit ikki, høvdu tær duga at tikið í, tá tað skal takast í, sigur Tønnis Wardum, ið er av tí áskoðan, at tað er ikki innan øll øki, at kvinnur skulu gera seg galdandi.
Seinastu árini hevur Tønnis Wardum arbeitt á advokaturinum, og sostatt ikki hevur havt vaktir við kvinniligum politistum, men hann ivast ikki í, hvussu hann hevði havt tað, um so var.
- Um eg skuldi farið á náttarvakt eitt leygarkvøld saman við einum kvinnuligum starvsfealga, so hevði eg ikki følt meg heilt tryggan. Um eg endiliga var noyddur, so hevði eg farið á vaktina, so hevði eg fingið dupult knoss og stríð, um tað skuldi verið, sigur Tønnis Wardum.
Hann undirstrikar tó, at hann ikki hevur nakað ímóti konufólki sum heild.
- Als ikki. Tað er bara innan hasi trý økini, eg nevndi, at kvinnur ikki skulu vera. Eg veit, at fleiri halda tað øvugta, men hatta er so mín meining, og hana havi eg lov at hava, sigur Tønnis Wardum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Tønnis Wardum.