Kvinnurnar bumbaðu aftur

Ynos Mon fekk at kalla somu viðferð frá fótbóltskvinnunum mánadagin, sum vertirnir høvdu fingið sunnudagin

 

Fótbóltur

Jákup Mørk/Álvur Haraldsen ? Isle of Man


Líkt er til, at fólk veruliga hava fingið eyguni upp fyri, at føroysku fótbóltskvinnurnar í øllum førum eru nakrar klassar oman fyri tað, sum tey vanliga hava sæð her á leiðini.

Heilt fitt av fólki - og sjálvandi nógvir føroyingar ? høvdu leita sær til eystursíðuna á Man, har kvinnurnar spældu dyst mánadagin.

Tol gav úrslit

Mótstøðuliðið hesa ferð var Ynos Mon, og í mun til dystin móti Man, so møttu føroysku kvinnurnar hesa ferð einum liði, sum legði alstóran dent á verjupartin, so málini ikki skuldu gerast ov nógv.

Tá føroyska spælið samstundis ikki gekk heilt nøktandi í fyrra hálvleiki, eydnaðist væl hjá Ynos Mon at halda fast, og talan gjørdist bert um hitt eina málið í fyrra hálvleiki.

Tað skeyt Helga Ellingsgaard, og tá hon stutt inn í seinna hálvleik hevði skotið tvey afturat, var leyst og liðugt hjá føroysku gentunum.

Fýra føroysk mál komu afturat, so tá samanum kom, var als eingin ivi um, hvat av liðunum var hitt betra.

Rannvá Andreasen, sum í fyrsta dystinum skeyt ikki færri enn fimm mál, fekk einki hesaferð, men hinveg-in var hon við í so at siga øllum málunum, og fimm ferðirnar átti hon næst seinasta føroyska fótin á, áðrenn mál varð skotið.

Til meira dramatiska partin av dystinum hoyrdi, at Maria Vang í fyrra hálvleiki noyddist av vøllinum, eftir at hon í hornasparksstøðu rendi saman við verjuspælara. Úrslitið var ein skeina oman fyri eyga, men vónandi fer hetta ikki at forða sterka verjuspælaranum í at taka lut í hálvfinaluni, sum verður spæld hósdagin.

Áland í finaluni

Vinna føroysku kvinnurnar hálvfinaluna, tykist sannlíkt, at tað verður Áland, sum bíðjar í finaludystinum.

Higartil hava tær av Álandi leikt tveir dystir, og úrslitið hevur í báðum førum verið stórsigrar. Móti Guernsey vunnu tær 9-1, meðan dysturin í gjár móti Isle of Wight endaði heili 13-0.

Líkt er soleiðis til, at talan verður um eina finalu millum Føroyar og Áland, og ivaleyst verður tá talan um ein sera spennandi dyst, soleiðis at føroysku kvinnurnar hóast alt fáa sterka mótstøðu á ferðini.