Teir níggju menninir í Fuglafjarðar býráð kunnu vænta sær ein skarpan gang á kommunuvalinum 9. november. Í Fuglafirði hava átta kvinnur tikið seg saman á ein kvinnulista, og tær miða eftir at vinna sær fleiri umboð á kommunuvalinum.
Saman við Ann F. Obradovic hevur Kristina Larsen verið at fyrireika nýggja kvinnulistan í Fuglafirði, og hon sigur, at kvinnulistin hevur verið undir uppsigling seinastu tríggjar vikurnar.
?Vit vóru nakrar, sum byrjaðu at tosa saman fyri trimum vikum síðan. Hóast vit hava verið eitt sindur ivingarsamar, hevur undirtøkan verið ómetaliga góð, og tí tóku vit týsdagin endaliga stigið at stilla upp, sigur Kristina Larsen.
Stutt fyri klokkan 18 týskvøldið varð listin handaður kommunuskrivaranum. Fyrireikararnir av Kvinnulistanum hava ynskt at hildið listan loyniligan, tí tær vildu tryggja sær, at listin gjørdist veruleiki, áðrenn tað varð almannakunngjørt.
Tað hevur ikki verið nakar trupulleiki-heldur tvørturímóti- hjá kvinnunum í Fuglafirði at finna 25 stillarar til Kvinnulistan. Tað er vert at leggja til merkis, at meir enn helmingurin av stillarunum eru mannfólk.
Ikki spurdar
Spurd, hví kvinnurnar í Fuglafirði ikki stilla upp á teimum listum, sum vanliga stilla upp, svarar Kristina Larsen, at við undantak av einari kvinnu, er eingin teirra eftirspurd.
?Vit eru nakrar sum leingi hava havt stóran áhuga fyri kommunalpolitikki, men tað er ikki eydnast okkum at koma upp í part á teimum listum, sum hava nógv ár á baki í Fuglafirði. Tað er millum annað orsøkin til, at vit hava tikið stig til okkara egna lista. Tó skal sigast, at vit seinasta dagin áðrenn deadline fingu tilboð um at fáa pláss á borgaralista, men tá vóru vit lidnar við fyrireikinganar. vísir Kristina Larsen á.
Á kvinnulistanum í Fuglafirði eru í alt átta kvinnur, og bert ein teirra hevur áður stilla upp til kommunuval. Kristina Larsen leggur dent á, at Kvinnulistin er ikki heftur at nøkrum ávísum politiskum flokki, men er fyrst og femst ein bólkur av kvinnum, ið ynskja ávirkan á kommunuarbeiðið í Fuglafirði.
Spurd um hon væntar, at Kvinnulistin í Fuglafirði fer at vinna sær umboðan í býráðnum, svarar Kristina Larsen, at tað væntar hon, og tær miða eftir at fáa 2 - 3 kvinnur valdar.
Fakta: Kvinnulistin í Fuglafirði
Durita R. Djurhuus, Virkisrráðgevi
Elisabeth Eldevig, Fiskivinnufrøðingur
Ninni Paulina Fornagarð,Krambakvinna
Judy Torleifsdóttir við Gjónna, Innkeypsleiðari
Malan Kjærbo, Skrivstovukvinna
Kristina Larsen, Fyristøðufólk
Ann F. Obradovic, Krambakvinna
Marilyn Toftegaard, Reingerðingskvinna