Tað var stórur fagnaður umborð á Gongurólvi, tá ið 6-mannaførini við kvinnum fóru um málið.
Jarnbardur vann á Norðoyastevnu, men tað sást skjótt, at í dag ætlaðu tær umborð á Gongurólvi sær meiri enn næstfyrsta plássið, sum tær vunnu á Norðoyastevnu, tá ið tað bara vóru tveir luttakarar.
Gongurólvur hevði besta startin. Jarnbardur royndi at svara aftur bæði eina ferð og tvær ferðir, men tað eydnaðist ikki, og á málinum var munurin meiri enn ein bátslongd.
Hósvíkingur fylgdi báðum gestunum inn á málið. Lómur var eisini á listanum í dag, men kvinnurnar av Argjum vórðu kolldømdar og róðu tískil ikki. Tær sóu tvær ferðir gult. Fyrru ferðina fyri at hanga eftir í startinum og seinnu ferð fyri at fara avstað, áðrenn startskotið varð latið av.
6 mannafør kvinnur
1 Gongurólvur 06:06.22
2 Jarnbardur 06:11.04
3 Hósvíkingur 06:16.22
1 Jarnbardur og Gongurólvur 13 stig
3 Hósvíkingur 5 stig