Kvotan av fiskafóðuri til ES-marknaðin er tvífaldað

Frá 1. desember í ár at rokna verður kvotan fyri sølu av fiskafóðuri úr Føroyum til ES-marknaðin tvífaldað úr 10.000 tonsum upp í 20.000 tons Loksins er tað eydnast føroyingum at fáa økt um kvotuna á sølu av fiskafóðri til ES-marknaðin. Á árliga felagsnevndarfundinum Føroya og ES ímillum, í oktober, varð avgjørt at kvotan veksur úr 10000 tonsum uppí 20000 tons um árið.

Samráðingarnar hava verið drúgvar, tí mótdráttur hevur verið frá politiskum myndugleikum og vinnulívinum í ES. Nýggja reglugerðin kemur í gildi 1. desember 2007.

Á felagsnevndarfundinum fingu Føroyar eisini tilsøgn frá ES-nevndini um, at saltaður og turkaður upsi og kúvingur frameftir verða fevndir av handilssáttmálanum partarnar ímillum, og at Føroyar á hesum økinum fáa tillutað kvotur.

Hetta kemur í gildi, tá ið innanhýsis mannagongdirnar partarnar ímillum eru lidnar.