Kvotukeyp bíðar eftir rættaravgerð

- Í fleiri førum hevur tað lønt seg betur at samráðast um trætumál enn at royna tey í dómstólunum, sigur Annfinnur Garðalíð.

Eftir at uppboðsøla av fiskikvotum var farin fram, og reiðaríini byrjaðu at trekkja av hjá manningunum, reistust nógvir spurningar, og ein av hesum var, um hetta nú var ein loyvdur frádráttur ella ikki. Ein gerðarættardómur varð sagdur í 2013 um hetta sama, men út frá eini aðrari lóggávu enn hesi nýggju, ið vinnan virkar undir í dag.

 

Á aðalfundi í Føroya Skipara-og Navigatørfelag seinasta fríggjadag vísti formaður felagsins á, at dómarin í 2013 helt, at 20.000 tons var ein so lítil mongd, at mett varð, at hetta hevði so lítla ávirkan á fiskivinnuna, og út frá hesum fingu reiðarar viðhald í at draga hetta keyp frá.

 

Víst varð eisini á nakrar orðingar í sáttmálanum §17. stk 3 millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag.

 

- Manningarfeløgini hava tosað saman og viðgjørt spurningin um kvotakeyp sum loyvdan frádrátt, og í fyrsta umfari eru manningarfeløgini samd um at royna hetta mál í Fasta Gerðarrættinum. Hetta grundað á, at manningarfeløgini grundleggjandi eru ósamd við FR, eisini grundað á táverandi gerðarættardóm.

 

Annfinnur Garðalíð vísti á, at nú hava vit eina so kolveltandi broyting í fiskivinnuni, at málið er vert at royna av nýggjum.

 

- Vit hava eina nýggja fiskivinnunýskipan, og vit hava ikki royndaruppboðsølur, men varandi uppboðssølur - ja, her eru nógvir grundleggjandi nýggir faktorar, ið eru broyttir, sum formaðurin helt fyri. Men, ilt er at spáa, nær hetta mál kann verða avgreitt í Fasta Gerðarrættinum, og helst tekur hetta tað mesta av tveimum árum.

 

- Manningarfeløgini hava eisini tosað við ráðgevingina hjá feløgunum, har ráðgevingin mælir til, at best er helst, at partarnir seta seg niður at samráðast um hetta mál, tí um Fasti Gerðarrætturin brúkar undanfarna dóm sum ”præcedens”, so hanga vit har, og eru dømdir at rinda.

 

Annfinnur Garðalíð helt fyri, at í fleiri førum hevur tað lønt seg heldur at samráðast um trætumál enn at royna tey í dómstólunum.