Kykmyndir: Skilji einki av útvísingini

Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, letur illa at avrikinum hjá sínum spælarum, umframt onkrum av avgerðunum hjá dómaranum

Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, var lítið fegin aftaná dystin í Gundadali móti B36, sum heimaliðið vann 3-0.

 

Síggj samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini

 

-       Eg eri ikki nøgdur við avrikið hjá mínum monnum, sigur Trygvi, sum eisini fanst at fleiri av gulu kortunum, sum hansara menn fingu.

 

Les eisini: Kykmyndir: B36-NSÍ 3-0

 

Serliga er hann ónøgdur um at Jens Joensen fekk tvey gul kort, og harvið bleiv útvístur. NSÍ er tó framvegis fremst í Effo-deildini við seks stigum.