Kyndil slapp heiðurliga frá fjórða og seinasta dystinum

Kyndil tapti við fýra málum móti RK Dinamo Pancevo

Mynd: Kyndil

Fyrrapartin spældu Kyndilsmenn fjórða og seinasta dystin í altjóða kapping í Norðurmakedonia nevnd:  "Krste Andonovski International Tournament".

 

Aftaná meir ella minni greiðar ósigrar í innleiðandi bólkaspælinum, tapti Kyndil heiðurliga í dag 24-28 fyri serbiska liðnum, RK Dinamo Pancevo. 

 

Í steðginum var enntá javnleikur 12-12.

 

Í innleiðandi bólkaspælinum tapti Kyndil 21-34 (11-15) fyri HC Partizan úr Serbia, 20-28 (10-15) fyri kroatiska liðnum, Nexe, og 25-39 (13-21) fyri vertsliðnum, HC Ohrid. 

 

Talan hevur verið um góða sparring undan kappingini heima í Føroyum. 

 

Sunnudagin 7. september spælir Kyndil stórsteypadyst móti H71. 

 

Mynd: Kyndil