VÍF-Kyndil 28-33 (13-20)
Tað eydnaðist ongan tíð hjá VÍF at skapa nakran veruligan spenning, tá tær í eini seinastu roynd at bjarga Sunset-sessinum skuldu basa Kyndli.
Fyrsta korterið av dystinum fóru gestirnir við mest sum øllum, og tann munin hildu tær grønu fast um allan vegin.
Sum so ofta í vetur, so fekk VÍF eitt betri tak um dystin, tá fyrstu nervarnir vóru tveittir burtur, men Kyndil helt alla tíðina dystinum í einum jarntaki.
Enn eru tríggir dystir eftir at spæla hjá VÍF, men tað tykist ikki vera nakar møguleiki fyri, at teir dystirnir kunnu kasta neyðugu stigini av sær.
Fakta um dystin
VÍF-Kyndil 28-33(13-20)
10 min: 3-5
20 min: 6-12
40 min: 18-25
50 min: 23-29
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rapa 10, Fríða Marjunardóttir 5, Liljan Djurhuus 4(2), Katrin Christophersen 2, Torgunn Johannesen 2, Heidi Joensen 2, Rannvá á Rógvu 1, Elisa Leo 1, Linda Johannesen 1
Kyndil: Lina Andriulyte 11(4), Jacklin Durhuus 5, Bjørg Syderbø 5, Ragnhild á Plógv Hansen 3, Eyðritt Andreasen 3, Randi S. Wardum 3, Tordis Tróndarson 2, Barbara Egilstrøð 1
Brotskøst: VÍF 5, Kyndil 5
Útvísingar: VÍF 1, Kyndil 2
Dómarar: Ragnar Simonsen & Hanus Kúrberg