Bogi Dánialson Davidsen, Sorø Danmark
Tað er gleðiligt, at Løgtingið longu nú tekur lógaruppskotið um mismun mótvegis ymsum minnilutum uppaftur.
Tað er eisini gleðilgt, at løgmaður Jóannes Eidesgaard, løgtingslimirnir Finnur Helmsdal og Anita á Fríðriksmørk og aðrir tinglimir bæði tora at arbeiða fyri hesum máli og hava tikið stig til at taka málið framaftur. Tað er teimum øll æra verd.
Hinvegin er tað syrgiligt, at grundarlagið fyri hesum er, at ein ungur samkyndur Rasmus Rasmussen bæði hevur verið útsettur fyri áhaldandi happing og nú eisini álvarsligum og likamsligum ágangi.
Tað er eisini syrgiligt at síggja, at politivaldið ikki hevur kunnað gjørt nakað við hesa søk, tí her er ongin lóg í Føroyum mótvegis happing af samkyndum sambært varapolitiinsektør, Jón Klein Olsen. Men vit vita ikki, hvussu tulkingin hjá dómsvaldinum í Føroyum av núverandi lógum er.
Vit samkyndu gleðast yvir, at vit ikki longur verða tagd burtur. Vit koma áhaldandi fram við okkara ynskjum. Vit ynskja, at okkara lív sum menniskju skal vera sum hjá hinkyndum heima í Føroyum, á bygd og í bý, eins og uttanlands, mennandi og spennandi frá barnsbeini og til vit eldast, og at liva í friði og gleði saman við foreldrum, systkjum, vinfólkum og fólkinum sum heild.
Málið um javnrættandi var tikið upp í Sameindu Tjóðunum aftan á seinra veraldarbardaga, har nazistavaldið í Týsklandi hevði sent milliónir av jødum og í túsundatali av politiskt øðrvísi hugsandi, sigoynarum og samkyndum í týningalegur, misbrúkt tey, skotið tey ella sent tey í gasskømur.
Síðani hevur ein hópur av londum tikið undir við hesum t. d. øll Norðanlond uttan Føroyar og eisini ES. Tey hava tí smíðað lógir, ið verja minnilutabólkar við at nevna teir í lógunum, í revsulógini, í javnrætttislógum í tí privata lívinum og á arbeiðsmarknaðanum.
Vit eiga ongantíð at gloyma henda sorgarleik og aðrar tilsvarandi tilburðir. Við at góðtaka hesa lóg heiðra vit tey, sum hava liðið so nógv og geva núlivandi og komandi ættarliðum best møgulig livilíkindi fyri ávisar minnilutabólkar.
Tað vil á ongan hátt skaða eitt fólk at geva øllum full mannarættindi, eisini samkyndum. Tvørturímóti verður lívið lættari fyri øll, tí vit geva møguleika fyri og góðtaka, at vit mennuskju er sera fjølbroytt, og at vit ikki bert eru ”rein” á ein hvønn hátt. Tað verður lættari hjá foreldrum, systkjum og vinfólkum at liva við - eisini í gleði.
Tí vil eg enn eina ferð eins og fyrr í sjónvarpi, útvarpi, bløðum, í Løgtinginum, í Landsstýrinum og í grundlógarnevndini og stjórnmálanevndini tosa fyri og arbeiða fyri, at lógin verður góðtikin. Tað verður teimum løgtingsmonnum, sum atkvøða fyri henni, til heiðurs og okkum minnilutum til gagns. Tá kunna vit gleðast yvir at búgva í Føroyum og eisini at vitja heima í Føroyum.