Uppstilling
Tað er løgið og ørkymlandi at útnevna valevni í fjølmiðlunum, uttan at nakar uppstilingarfundur hevur verið, ella at valfelagið kennir nakað til nakra útnevning.
Soleiðis málber Kári P. Højgaard, tingmaður Sjálvstýrisfloksins seg, tá hann veðrur biðin um viðmerking til, at Lasse Klein hevur boðað frá, at hann ærtlar at stilla upp til løgtingsvalið í Eysturoy.
Kári Højgaard ynskir Lassa Klein væl afturkomnum í Sjálvstýrisflokkin, men heldur, at hann kundi gott farið eitt sindur spakuligari avstað, áðrenn hann boðar frá, at hann skal bjarga flokkinum.
Kári Højgaard vísir á, at tað stendur nú iki so illa til í Sjálvstýrisflokkinum kortini, at tað iki fæst meira enn eitt valevni,at stilla upp til komandi løgtingsval.
Valdur tingmaður í Eysturoy er í løtuni Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, og í hansara stað situr Kári Højgaard á tingi. Teir kunnu helst, hvør í sínum lagi, geva Lassa Klein kapping, heldur Kári Højgaard.
Hann leggur dent á, at tað er sjálvsndi ikki vist, at so verður, tí einki er avgjørt. Men veeður heitt á hann um at stilla upp, fer hann at gera tað, sigur hann.
Formaðurin í Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, Ingvard Olsen, váttar, at eingin uppstillingarfundur hevur verið, og sostat er heldur einki gjørt av, hvør ella hvussu stillað verður upp.
Hinvegin váttar hannl, at Lasse Klein hevur limað seg inn aftur í Eysturoyar sjálvstýrisfelag, og harvið Sjálvstýrisflokkin, eftir at hava verið ein túr í Kristiliga Fólkaflokkinum og vent.
Men tað eru onnur enn Lasse Klein, sum eru vorðin limir í Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, sigur formaðurin. Tað hava fleiri nýggir limir teknað seg seinnu tíðina, sigur hann. Hann fegnast um, at tað tykist vera fólk í góðum árum, sum koma upp í felagið, og at tað sær út til, at tað kann vera onkur potentiellur komandi politikari uppi í.
Annars sigur Ingvard Olsen, formaður i Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, at fyrsti uppstillingarfundurin veðrur heilt skjótt, og so fæst at vita, hvør kann nevna seg valevni til løgtingsvalið.