Ólógligt at avhøvda Jóan Petur Davidsen

Almanna-og Heilsumálaráðið breyt lógina, tá ið Jóan Petur Davidsen varð koyrdur frá sum leiðandi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, sigur Løgtingsins Umboðsmaður


Almanna- og heilsumálaráðið breyt tænastumannalógina, tá ið Jóan Petur Davidsen í fjør varð sagdur upp sum leiðandi yvirlækni á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum.
Tað staðfestir Løgtingsins Umboðsmaður.
Umboðsmaðurin heitir tí á Almanna- og heilsumálaráðið um at viðgera uppsøgnina av nýggjum, so at viðgerðin kann verða eftir reglunum í tænastumannalógini.
Og umboðsmaðurin vil eisini hava at vita frá ráðnum, hvørja niðurstøðu tað kemur til.
Avgerðin hjá Umboðsmanninum er ikki almannakunngjørd enn, men vit hava kortini fingið innlit í hana.
 
Ólóglig uppsøgn
Tað var seint í fjør, at Almanna- og heilsumálaráðið gjørdi av at siga Jóan Petur Davidsen upp sum leiðandi yvirlækna skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum.
Men Løgtingsins umboðsmaður staðfestir, at hetta kundi ráðið ikki gera uttan at tænastumannasak varð reist ímóti yvirlæknanum.
Tað var ikki gjørt og sostatt er uppsøgnin ólóglig og tí eigur alt málið at ganga umaftur.
Sostatt kann enn einaferð staðfestast, at tá ið almenna umsitingin hevur sett sær fyri at sleppa av við okkurt starvsfólk, er hon til reiðar at bróta grundleggjandi rættindi hjá starvsfólkunum og hetta er bara tað seinasta dømi í eini langari røð.
Tað kom rættiliga ilt ímillum leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og Jóan Petur Davidsen, tá ið arbeiðssteðgur var á almenna arbeiðsmarknaðinum í heyst.
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum metti, at arbeiðssteðgurin setti Landssjúkrahúsið í eina neyðstøðu og tí skuldi bara bráðneyðugar skurðviðgerðir gerast.
Jóan Petur Davidsen var uttanlands, men kom aftur ímeðan arbeiðssteðgurin var og fekk tá at vita at allar hansara skurðviðgerðir vóru avlýstar.
Allir partar eru samdir um, at hann reageraði ógvuliga kraftiga upp á, at hansara skurðviðgerðir vórðu avlýstar, uttan at tað varð gjørt í samráð við hann og uttan at ein læknalig meting varð gjørd.
Skriðan fór á rull og leiðslan á Landssjúkrahúsinum og Jóan Petur Davidsen eru ikki heilt samd um tað, sum varð sagt og gjørt í kjalarvørrinum á hesum.
Men tað endaði við, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum metti, at leiðandi yvirlæknin hevði noktað at fylgt boðum frá leiðsluni.
Men í hesum sambandi verða umleggingarnar á føðideildini tengdar upp í og í hesum førdi leiðslan á landssjúkrahúsinum fram, at Jóan Petur Davidsen hevði verið óloyalur og ikki víst leiðsluábyrgd, tí hann hevði verið ímóti umleggingunum.
Alt hetta gjørdi, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum misti álitið á Jóan Petur Davidsen sum leiðandi yvirlækna og mælti Almanna- og heilsumálaráðnum at siga hann upp sum leiðandi yvirlækna.
Ætlanin varð eisini at siga hann upp sum yvirlækna, men tað varð tikið aftur. Ístaðin fekk hann eina ávaring.
 
Ígjøgnum alla mylluna
Jóan Petur Davidsen kærdi málið fyri Løgtingsins umboðsmanni.
Løgtingsins Umboðsmaður sigur sum so ikki so nógv um tey sjónarmið, sum báðir partar føra fram ímóti hvørjum øðrum.
Men niðurstøðan er stutt og greið. Og niðurstøðan er, at tað eru so grundleggjandi brek í málsviðgerðini, at alt málið eigur at ganga umaftur.
Umboðsmaðurin ger onki við málið um at siga Jóan Petur Davidsen upp sum yvirlækna, tí tann uppsøgnin varð tikin aftur.
Men í sambandi við uppsøgnina sum leiðandi yvirlækna hevur umboðsmaðurin fleiri viðmerkingar.
Jóan Petur Davidsen varð settur sum fyribils leiðandi yvirlækni í september 2003.
Ein fyribilssetan verður vanliga bert nýtt í eitt styttri tíðarskeið. Men Jóan Petur Davidsen sat í starvinum í tvey ár, og uppsøgnin er ein beinleiðis avleiðing av teimum viðurskiftum, sum í fyrsta umfari vóru orsøkin til at siga hann upp sum tænastumann á Landssjúkrahúsinum. 
Tí eigur málið at viðgerðast sum um at talan var um eina fasta setan, hóast talan formliga er um at afturkalla eina fyribilssetan, sigur Løgtingsins umboðsmaður, sigur Løgtingsins Umboðsmaður
Umboðsmaðurin heldur, at grundgevingarnar fyri uppsøgnini vísa, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum helt uppá, at framferðin hjá Jóan Petur Davidsen var tænastumisbrot.
Sostatt er uppsøgnin at meta sum ein agarevsing og eftir tænastumannalógini kann ein agarevsing kann ikki áleggjast uttan at tænastumannasak hevur verið frammanundan.
Men tað varð ikki gjørt og tí heldur Løgtingsins umboðsmaður, at alt málið skal ganga umaftur eftir reglunum í tænastumannalógini.
 
Tænir ongum endamálið
Løgtingsins umboðsmaður er heldur ikki treytaleyst fegin um ávaringina Jóan Petur Davidsen fekk.
Umboðsmaðurin vísir ein danskan løgfrøðing sum sigur, at ein revsing eigur ikki at vera harðari enn neyðugt og at tað skal vera rímiligt lutfall ímillum eitt tænastumisbrot og revsing.
Í hesum sambandi hevur sakførarin hjá Jóan Petur Davidsen víst á, at tað er burturvið at geva honum ávaring, tá ið hann longu er koyrdur frá, sum leiðandi yvirlækni
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum almannakunngjørdi síðani ætlanina at geva Jóan Petur Davidsen ávaring.
Heldur ikki tað er umboðsmaðurin treytaleyst fegin um.
Hóast umboðsmaðurin sum so, onki hevur at viðmerkja til almannakunngerðina, dugir hon ikki at siggja nakað endamál við tí.
Umframt at verða tyngjandi fyri Jóan Petur Davidsen, kann tað geva honum tað óhepnu fatan, at avgerðin longu er tikin og at tað tí er nyttuleyst at gera viðmerkingar til ætlaðu ávaringina.
Umboðsmaðurin vísir eisini til danska umboðsmannin, sum sigur, at tað kann máa støðið undan rættartrygdini at almannakunngera eitt mál, serliga har persónlig viðurskifti eru uppi í og har tað kann vera tyngjandi fyri tann, sum er umrøddur. Danski umboðsmaðurin staðfestir, at tá ið avgerðir skulu takast um at almannakunngerast eitt mál, skal tað metast um, hvussu neyðugt tað er at almannakunngera málið. Ì hesum sambandi hevur tað týdning, hvussu almannakent málið er frammanundan og, hvussu stórt tíðindavirðið er. Men alt hetta skal vigast upp ímóti rættartrygdini og øðrum viðurskiftum.

sí eisimi greinina Fer helst at krevja endurgjald úr landskassanum.