- Vera sparingarnar, sum Fólkaflokkurin krevur, settar í verk, hevði eg ikki torað at uppliva avleiðingarnar So bersøgin er Kaj Leo Johannesen, løgmaður, um trætuna, sum í løtuni skilir Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin øðrumegin og Fólkaflokkin hinumegin, í royndini at finna semju um fíggjarkarmin fyri næst ár.
Hann sigur, at allir tríggir flokkarnir eru samdir um tað allarmesta av uppskotinum.
Verður onki gjørt, fer føroyska samfelagið at kosta yvir 100 milliónir meiri at reka næsta ár, enn tað ger í ár av berum framskrivingum, altso útreiðsluøkingum av tí, at fleiri pensjónistar verða, starvsaldurin hækkar og av príshækkingum annars.
Men kortini er fyribils úrslitið av samráðingunum í samgonguni um fíggjarkarmin, at næsta ár skal samfelagið kosta væl yvir 100 milliónir minni at reka.
- Tað er ein sparing, sum er so stór, at hon hevur ikki sæð sín líka síðani í 1993, sigur Kaj Leo Johannesen.
Men hann leggur dent á, at nú eru Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin komnir niður á minsta markið fyri, hvat kann góðtakast.
- Vit kunnu ikki spara meir. Enn eru sparingarnar forsvarligar, men spara vit meir, fer at tað at raka grundleggjandi vælferðartænastur so sum skúlaverk, heilsuverk og almannaverk, so meint, at tað kunnu vit ikki góðtaka.
- Vit eru ikki farnir ov langt, men vit eru farnir ivaleysa langt, sigur hann.
Men hann staðfestir, at kortini krevur fólkaflokkurin, at enn meiri verður spart á hesum økjum.
- Verða sparingarnar, sum Fólkaflokkurin krevur, settar í verk, verða avleiðingarnar so ógvusligar fyri vælferðarsamfelagið, at tað hevði eg ikki torað at uppliva.
Hann vil ikki siga, hvussu nógv skilir partarnar.
- Men tað er so mikið nógv, at tað er óforsvarligt.
Men kortini nevnir hann, at um tað so eru 20-30 milliónir, sum skilja. Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin øðrumegin og Fólkaflokkin hinumegin, eigur tað ikki at koppa samgonguni, eins og hann sigur í grein longur niðri á Portalinum.
Hann sigur, at flokkarnir hava eisini ásett ein íløgukarm. Hann vil ikki siga, hvussu stórur hann er, men hann sigur, at talan er um ein yvirskipaðan karm, har teir ikki fara niður í vegastubbar.
Les eisini greinina longur niðri á Portalinum, har løgmaður sigur, at ongin vandi er fyri samgonguni.
Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Jørgen Niclasen, formanni Fólkafloksins, men vit royna aftur