Løgmaður: Ein umbering hevði verið upp á sítt pláss

Tað er ongantíð hugaligt at lesa ósannindi um seg sjálvan. Tí hevði ein almenn umbering verið upp á sítt pláss.

Tað skrivar Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í viðmerking til Føroya Arbeiðarafelag, sum boðaði frá í tíðindaskrivi, at tað er átaluvert, at politikarar, við løgmanni á odda, kappast um útsagnir, sum til einkisgera tað stóra arbeiði, sum eini 1000 fólk kring landið gera í fiskivirkisvinnu á landi.

Løgmaður vísir ákærunum aftur.

Hann ger greitt í viðmerking til greinina, sum Portalurin skrivaði um tíðindaskrivi, at um tað er nakað, hann er góður við, so er tað føroysku fiskivinnuna.

- Landsins leiðari hevur ongantíð sagt hesar setningar sum verða niðurfeldir á pappír, so ein almenn umbering hevði verið upp á sítt pláss frá Føroya Arbeiðarafelag, skrivar Kaj Leo Johannesen.