Løgmaður segði upp avtaluna um hølini

Hóast løgmaður og Høgni Hoydal 15. februar skrivaðu undir avtalu um, at Uttanríkisráðið skuldi hava til húsa í Sjó- og Vektarbúðini, so setti løgmaður semjuna úr gildi og gav Peturi Petersen hesa nógv umrøddu skrivstovuna

Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard gjørdu tann 15. februar í ár semju um, hvussu teir býta starvsfólkini millum løgmansskrivstovuna og tá nýggja Uttanríkisráðið. Teir gera eisini eina avtalu um, at Uttanríkisráðið fær til húsa í Sjó- og Vektabúðini, sum eru nýggju bygningarnir í Tinganesi – tann parturin, sum varð bygdur uppaftur seinast í áttatiárunum.


Hóast avtaluna um, at Uttanríkisráðið hevur til húsa í Sjó- og Vektarbúðini, so nýtir Løgmansskrivstovan ”báðar skrivstovurnar, har bókhaldið og skjalaskrásetingin eru og báðar skrivstovurnar hinumegin teirra umframt skrivstovuna, har løgfrøðiligi ráðgevin hjá Løgmansskrivstovuni heldur til”, sum tað stendur í semjuni.


Skrivstovan, sum stríðið nú stóð um, er ikki ein av hesum skrivstvoum. Hinvegin segði løgmaður í gjár, at hann hevði uppsagt avtaluna við Uttanríkismálaráðið.


Í einum telduposti til Høgna Hoydal 4. september kl 14:24 sigur løgmaður við Høgna Hoydal soleiðis:


”Tað er løgmaður, ið varðar av ognunum í Tinganesi. Hetta merkir, at tað er hann, ið stendur fyri og skipar hølisnýtsluna.


Eg havi í góðari tíð sagt tær, at vit máttu finna hóskandi høli til Petur Petersen. Tá eingin loysn varð funnin, havi eg fráboðað tær avgerð mína. Henda avgerð stendur við.


Fortreytirnar fyri avtaluni frá februar um fyribils hølisnýtslu eru av givnum orsøkum burtur.


Eg eri fúsur at skipa so fyri, at víst verður á skrivstovur í Tinganesi, sum Uttanríkisráðið sum eina fyribils loysn kann býta.


Í løtuni verður arbeitt við at finna eina langtíðarloysn fyri ráðini, sum í dag eru í Tinganesi. Eitt av ráðum verður at flyta úr Tinganesi. Tað vendi eg aftur til”, sigur løgmaður.


Høgni Hoydal heldur uppá, at hann einki skeivt hevur gjørt – og at hann kann skjalprógva tað.

Hann sigur, at tað fyrsta hann hoyrir um, at løgmaður sigur upp avtaluna, er í hesum teldupostinum 4. september, sum er aftan á orrustuna. Høgni Hoydal sigur eisini, at landsstýrismenn ráða yvir sínum egnu starvsfólkum og hølum, so løgmaður kann ikki geva boð uttan um landsstýrismannin – uttan at hann tekur málsøkið frá landsstýrismanni.



Sambært Høgna Hoydal nevnir løgmaður á leið 10. august fyrstu ferð, at Petur Petersen skal hava hesa skrivstovuna, sum alt stríðið stendur um.


Vit hava fingið innlit í sms-samskiftið millum Høgna Hoydal og løgman, sum er soljóðandi:


”Eg sigi, eg havi onki og bjóði honum mína skrivstovu”, sigur Høgni. (ikki dokumenterað)


Løgmaður sms’ar  31/8

”Havi givið LMS – altso Løgmansskrivstovuni  - boð um at gera skrivstovuna klára til Petur Petersen. Tað verður tann skrivstovan, sum Bjørn Kunoy var fluttur inn í.” Undirskrivað Jóannes.


Høgni svarar 31/8

”Nei, tað gongur ikki. Hetta verður reint kríggj millum starvsfólkini, og vit hava Hákun uttan nakra skrivstovu yvirhøvur. Vit mugu finna sakligar loysnir rundan um eitt borð. Petur kann heldur taka mína skrivstovu.”


….onki svar


Høgni sms’ar aftur  1/9

”Vit mugu hava ein kreppufund í morgin áðrenn. Hetta kann ongin bjóða fólki. Bjørn farin til hús í dag, Hákun onga skrivstovu, nýtt fólk byrjar fyrsta dagin í UR – uttanríkisráðnum – og Petur drigin inn í eitt stríð, sum ongin skilur. Havi ongantíð verið úti fyri nøkrum líkinandi. Eg veri har út beint eftir 8.”  Undirskrivað Høgni.


Spurningurin er so, hvør hevur størri valdsrætt yvir húsaognunum í Tinganesi, løgmaður ella landsstýrismaðurin í Uttanríkismálum við eini hølissemju millum seg og løgmann í hondini.