Løgnar útsagnir á Tvøroyri

Johan Ejvind Mouritsen verður ikki á Tvøroyri eftir summarsteðgin. Tað váttar formaðurin í TB, sum kortini ikki vil gera viðmerkingar til málið um venjaran Krzyzstof Popczynski, og at hann skal vera uppsagdur

- Eg havi onga viðmerking.

Krzyzstof Popczynski hongur í klønum tráð sum TB-venjari. Póllendingurin hevur ikki fingið tey úrslitini, sum væntað og vónað var frammanundan. Aldursforsetin í føroyskum fótbólti liggur á fjórða plássinum í næstbestu deildini, fimm stig frá uppflyting. Tað er eftir øllum at døma ikki nøktandi hjá leiðsluni, sum hevur havt kreppufund um venjaran.

Leysasøgur hava verið seinastu dagarnar, at Popczynski ikki verður venjari hjá TB í seinnu kappingarhálvu. Heldur ikki aðruferð, at Sosialurin ringdi til Jóan Petur Olgarson, formann í TB, vildi hann vátta søgunum. Men hann vísir ikki aftur, at leiðslan hevur havt kreppufund um venjaran og at hesin annaðhvørt hevur fingið ella fær sekkin.


Veit einki

Føroyska kappingin er farin í summarfrí, og Krzyzstof Popczynski er í hesum døgum í Póllandi. Hann veit einki um álvarsomu støðuna á Tvøroyri. Tá vit høvdu hann í telefonini úr Póllandi í morgun, visti Krzyzstof Popczynski ikki at siga, um hann stendur við stýrisvølin tann 5. august, tá TB vitjar í Vági.

Krzyzstof Popczynski hevur roynt eitt sindur av hvørjum, síðan hann kom til Føroya í 1999. Hann var leikandi venjari hjá VB, sum vann føroyameistaraheitið í 2000. Fýra ár seinni tók hann av tilboðnum at gerast leikandi venjari hjá GÍ. Í 2005 vann hann kappingina um løgmansteypið við gøtumonnum. Árið eftir stóð hann á odda fyri unga HB-liðnum, sum sera óvæntað vann føroyameistaraheitið á seinasta leikdegi. Miðskeiðis í farna kappingarári bleiv hann uppsagdur í sigursvanda høvuðsstaðarfelagnum, áðrenn hann vendi nøsini ímóti Tvøroyri. Her tykist hansara tíð nú eisini vera liðug.

Formaðurin í TB vildi tó hvørki í fyrstu ella aðru syftu siga nakað um hetta mál. Men hann segði tó kortini so mikið sum, at ein fráboðan hesum viðvíkjandi kemur seinni í vikuni.


Mouritsen heldur ikki fram

Hóast Jóan Petur Olgarson var lítið tíðindafróður, kundi hann kortini vátta, at vandamikli framherji teirra, Johan Ejvind Mouritsen, ikki verður á Tvøroyri í seinnu kappingarhálvu. Jóan Petur Olgarson vil tó ikki siga orsøkina, men váttar einans, at samstarvið er stegðað.

Framherjin, sum higartil hevur roynst væl, sigur í stuttari viðmerking, at boðini frá leiðsluni vóru, at hann nú kundi finna sær nýtt felag. Tað skuldi í øllum førum verið komið upp á pláss, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur á midnátt.